Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vit eru samdir við danir

Hósdagin 3. desember vórðu danir á fólkaatkvøðu. Teir skuldu taka støðu til, um rættarfyrivarnið mótvegis ES skuldi strikast. 

Tað vildu teir ikki ganga við til. 

Hóast stjórnin við Løkke á odda bønaði og bað veljararnar um at atkvøða fyri, og hon hevði fingið javnaðarflokkin og aðrar andstøðuflokkar at stuðla sær, so søgdu 53% av veljarunum nei. Hetta er jú sambærligt við okkara fólkaatkvøðu í 1946, tá 51% av veljarunum søgdu nei til uppskotið frá stjórnini. 

Hevði rættarfyrivarnið verið strikað, so var í veruleikanum tað hent, at løgreglumyndugleikin ikki longur var hjá donskum myndugleikum, men var fluttur til ES í Brússel. Sjálvandi hevði tað tikið nakað til málið var avgreitt, men hetta var ætlanin, tí stjórnirnar í ES-londunum hava álagt sær sjálvum, at samstarvið skal gerast støðugt tættari. 

Av tí at danska stjórnin heimildarleys hevur trokað sína rættarskipan inn á okkum, hevði eisini tann myndugleiki, teirra løgregla hevur yvir okkum, so verið lagdur undir ES.

Donsku veljarunum fyri at takka hendi hetta ikki. Men tíðindini sum vit hoyra, nú stjórnin ikki fekk sín vilja saman við javnaðarmonnunum, eru ræðandi. Tað, teir nú hava sett sær fyri, er við samráðing við ES so við og við at seta tær reglur í gildi, sum teir ikki fingu samtykt í einum tann 3. desember. Ætlanin er sostatt at draga valdið yvir okkara fútaembæti frá Keypmannahavn til Brússel. 

Kunnu vit gera nakað við tað?

Sum er kann løgting okkara samtykkja at yvirtaka fútaembætið uttan at stjórnin kann forða tí. Alt bendir á, at tað er rætt at fremja hesa yvirtøku sum skjótast, fyri at vit ikki verða drigin við til alt tað, sum kann fara fram, um ætlanirnar hjá donsku stjórnini verða settar í verk, hóast alla ta mótstøðu, sum bæði vit og danir sýna. 

Zakarias Wang