Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vit eru oftari á netinum uttanlands

Føroyingar hava tikið væl ímóti, at tað nú er nógv bíligari at brúka internet á fatelefonini, tá ið tú ert uttanlands.

Tíðindaskriv frá Vodafon:

Herfyri lækkaði Vodafone prísin á internetnýtsluni uttanlands við upp til 80% í 33 londum í Evropa, og úrslitið vísti seg beinanvegin, føroyingar brúka internetið uttanlands tríggjar ferðir so nógv sum í fjør.

Suni Justinussen sølu og marknaðarstjóri hjá Vodafone, sigur, at prísurin sjálvandi hevur havt sína ávirkan. Men afturmeldingar benda á, at eyka trygdin, ið fólk hava við, at tey fáa eitt sms, ið boðar frá, hvussu stór nýtslan er fyri hvørjar 300 kr. tey brúka á internetinum, spælir líka stóran leiklut.

Hetta er t.d. Eydna Johannesen, úr Klaksvík samd í. Hon er í Spania og ferðast við familjuni, og hon ræðist ikki longur at lata børnini 5 ára gomlu Oslu, 9 ára gomlu Erlu og 11 ára gamla Jón fáa telefonina eina løtu.

- Vit eru ordiliga glað fyri, at tað er vorðið bíligari at ferðast við Vodafone, nú torir man at lata børnini hava telefonina eina løtu, tí man fær fráboðan, um hvussu stór nýtslan er, sigur Eydna.

- Príslækkingin spælir sjálvandi eisini inn, tey ið hava fast hald hjá okkum rinda nú 39 kr. fyri hvørji 10 MB í mun til 200 kr., sum tey rindaðu áður, so tað merkist sjálvandi, vísur Suni á.

Niðanfyri eru nøkur dømir um, hvat 10MB kunnu brúkast til.

Tú kanst

• leggja 25 myndir á Instagram, meðan tú vitjar Eiffel tornið í París

• vera á Facebook áleið 15 min. meðan tú sólar tær á eini strond í Barcelona

• senda upp til 400 teldupostar til vinir og kenningar, meðan tú ert í Legoland

• brúka 10 minuttir á Google Maps fyri at finna, hvar skeiva tornið í Pisa er

Allir kundar við føstum haldi frá Vodafone eru sjálvirkandi meldaðir til Data Traveller. Tí hevur ikki verið neyðugt at melda seg til tænastuna.

Data Traveller er galdandi í 33 londum í Evropa.