Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vit eru limir í norska ríkinum

Eri samdur við Zakariasi og Líggjasi í teirra tulking av søguni. At vit í prinsippinum eru limir í norska ríkinum, sum leingi var í felagsskapi, - við Danmarkar kongi sum ríkisoddvita. Formelt er hendan alliansan ikki avtikin, tí hanga vit í grundini uppi í danska kongshúsinum, hóast vit ikki eru partur av donsku ríkiseindini. Hetta er søgan og argumentatiónin er burðardygg. Liggur latent í spurninginum um framtíðarstøðu Føroya. Hon heldur vatn, men nógv vatn er eisini runnið í sjógv síðani, og nógvar realpolitiskar støður hava síðani verið í viðurskiftunum ímillum okkum og hini Norðurlondini. Hinvegin, so hava Føroyar alla tíðina verið ein sjálvstøðug jurisdiktión, og tann veruleikan hevur ongin enn kunnað skalað.

…Hinvegin havi eg altíð hildið, at sambandsfólk eisini vóru ein partur av føroysku tjóðskaparrørsluni. Við flokkabýtinum gjørdust tey tann íhaldni politiski parturin av hesi rørslu, hingu líkasum eftir í tí romantiska partinum, meðan Sjálvstýrisflokkurin, og teir flokkar sum komu burturúr honum seinri, gjørdist “byltingarvongurin”, ið vildi politiskar broytingar á slóðini fram. Nú kann orðið nationalistur tulkast ymsar vegir. Snýr tað seg um at styrkja um egnan samleika, fyri at styrkja ein felags samleika hjá eini heilari tjóð, fyri at kunna standa uppi sum fólk, so er tað eitt positivt orð. Vit kenna øll tær negativu síðurnar av orðinum, og eitt fyribrigdi, sum ofta verður tikið fram, er nazisman í Týsklandi. Haldi meg vera ein føroyskan nationalist eftir fyrru merkingini. Tá eg í sendingini umrøddi Edmund sum ein danskan nationalist, so kemst tað av, at vit hesi seinru árini hava sæð eina broyting í hugburðinum hjá summum sambandsfólkum. Serliga sambandspolitikkarum…

- Heimastýrisparlamentið er ein so integreraður partur av ríkiseindini vorðin, at tað skulu mirakul til, um tingið nakrantíð fer at koma fram til ta stóru avgerðina. Harfyri haldi eg nú ikki at Tjóðveldisflokkurin skal leggja árarnar inn, hann skal støðugt føra loysingarsjónarmiðið fram á torg, allastaðni har tað ber til, men fæst ikki ein nýggj rørsla upp at standa, uttanfyri hetta danska umhvørvið, so býðst ikki í bøtur. Tey sum velja til eitt Løgting, hava so nógv onnur atlit at velja í mun til - enn loysingina. Prógvið um hetta er tað sum hendi 14. September 1946 og tað sum síðani hendi á løgtingsvalinum seinri sama árið, sigur fyrrverandi tingmaðurin...

Lesi alla alla greinina í blaðnum.

Greinarnar í blaðnum kunnu annars keypast við gjalds-kortið fyri kr. 7,50. Hendan tænastan hevur tó ikki rigað í longri tíð, og tí hevur Knassar sett seg í samband við PayPal-skipanina, sum arbeiðir við hesum trupulleikanum. Vit siga frá, tá hetta er komið uppá pláss, og at tað ber til hjá einum og hvørjum at keypa við gjaldskorti uttan trupulleikar:

http://oyggjatidindi.com/arkiv.html

Hava tygum goldið kvartalsgjald, men ikki hevur fingið blaðið sendandi, er orsøkin helst tann, at tygum hava ikki sent okkum telduadressuna. Hava tygum goldið kr. 150,00, so send adressuna her:

oyggjat@olivant.fo

Á hesari adressuni ber eisini til at tekna blaðhald, og fáa blaðið sendandi beinleiðis til tygara teldu, sum ikki hevur nakað við PayPal at gera á verandi støði.

 

Add to Cart