Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Miðvísa arbeiðið á útbúgvingarøkinum fyri at fáa ungdómin at støðast í Føroyum gevur nú úrslit. Tað heldur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, nú Fróðskaparsetur Føroya boðar frá, at umsøkjaratalið til hægri lestur slær øll met. Landsstýriskvinnan fegnast um gongdina.

“Fróðskaparsetrið hevur ein kjarnuleiklut í arbeiðinum at tryggja ein varandi fólkavøkstur í Føroyum. Høga umsøkjaratalið til hægri lestur er eitt greitt tekin um, at vit eru í gongd við at vinna kappingina um okkara ungu. Hetta er enn eitt dømi um, at tað loysir seg at seta pengar av til útbúgving og til at betra um lestrarumstøðurnar, so at ungdómur, barnafamiljur og einsamallir uppihaldarar trívast í Føroyum”, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum. 

Ein orsøk til, at so mong hava valt at søkja um lestur á Fróðskaparsetrinum, er, at fleiri nýggjar útbúgvingar eru bjóðaðar út. Stendur tað til landsstýriskvinnuna í mentamálum, verða enn fleiri útbúgvingar at velja ímillum komandi árini.

“ Á útbúgvingarøkinum eru fleiri spennandi ætlanir fyri framman. Lestrarstuðulin hækkar, nýggjar útbúgvingar verða settar á stovn og eitt lestrarkampus verður skipað”, vísir Rigmor Dam á.