Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vit eru harrafólkið – ongin er yvir – og ongin er við síðuna av okkum

Vit tilbiðja Mammon dag sum nátt, og tað er gott.

Vit stuðla øllum, ið gevur okkum meira money, og tað eisinisjálvt um onnur mugu gjalda við øllum, ið tey eiga og nakað væl aftrat. Vit Mamongudinum lova, tá vit leggjast at sova, og takka fyri góðan fong.

Vit samstarva við teimum, ið liva í yvirflóð, í gleði við gleim og ongantíð vilja Heim.Og tað liggur okkum djúpt í huga og sinni, at fólkið fær fótin við boðum um at gera meira fyri minni.

Javnstøða er og verður verðandi tabu, tí vit ynskja onga balladu. Skil skal vera í. Minst til Adam merkir menniskja, so kvinnan er bert hansara tja,tja, tja.

Tey hvítu eru harrafólkið, heilagir og sælir, tey myrku eru skapt til at vera okkara trælir.. Apartheid var og er rætta loysnin.

Vit eiga sannleikan, vegin og lívið, vit eru útvaldir (av okkum sjálvum) og eru annars púra kaldir. Pøbulin er okkara nútímans trælir við nógvum og hørðum arbeiði, til lága løn – har er eingin bøn, tað er sanniliga satt, at tey einans hava at makka rætt, tí annars taka vit í tey fatt og blaka tey á dyr.

Vit keypa ein bíligan og lagaligan polak ella kosak og seta hann í staðin fyri føroyingin, ið fekk fótin. Dubultur roknskapur og útlendsk peningasamband kunnu gera undirverk, Í so máta er mín tjóðskaparkenla ein býur í Sibiria. Sjálvandi kunnu vit flagga og syngja, men, men ´the money makes the world goes round` verður konstant sungin í tí innara oyranum, so vit eru lýðin móti Mammon og øllum Hansara krøvum. Í so máta eru vit sum hon, sungið verður um í sanginum: Hon fær ongantíð nokk.

Men fyri vinning skuld geva vit okkum út fyri at vera kristnar, Tað gevur meira í kassan. Sunnu- og mikudag eru vit mestsum fastir varrakristnir, men tað varar so stutt og hevur so ómetaliga stóran týdning fyri okkara peningaliga virksemi, at í tí sambandinum kunnu vit ikki annað. Tað skapar illusiónir og opnar dyr, soleiðis at vit fáa væl meira burturúr.

Sjónleikurin sær út til at eydnast væl, men onkuntíð verður okkurt avdúkað, sum annars átti at verið fjalt, og altíð eru tað hinir forbannaðu sosialistarnir og teira samsintu, ið opinbera rætta samanhangin.

Men eg má fara nú. Mammonistarnir biðja. Vit skulu hava biðjimøti. Vit skulu biðja um meira pening. Kanska síggjast og hoyrast vit seinni.

Dagfinnur Danbjørg.

P.s.: Annars haldi eg, at vit eiga at boykotta Miðlahúsið - óneyðugt er at siga hví.