Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vit eiga at virða kommunala sjálvræðið

Seinastu tíðina hevur kjak tikið seg upp um útbyggingina av Tórshavnar Havn, ein útbygging, sum fólk eru ymisk á máli um. Eigur ein slík útbygging at fara fram í sjálvum hjartanum í høvuðsstaðnum, framman fyri friðaðum fornminnum ella skuldi hon verið gjørd onkra aðra staðnis. 

Alt hetta, kann eg hava eina meining um, men bara við útgangsstøði í, at tað er kommunali rætturin hjá viðkomandi kommunu og borgarum, ið eg skal fyrihalda meg til. 

Um vit hyggja aftur í tíðuna, hvussu kommunur ella samfelagið er útbygt, so tók landið lut við at gjalda ein prosentpart innan øll øki. Skuldi byggjast ein skúli, ítróttarhøll, havnaútbygging, bátahylur, barnagarður, eitt ellisheim, ja so var landið við sínum prosentparti við í byggingini. 

Tí kundi ein tilgongd innan nevndu øki taka fleiri ár, áðrenn nøkur umsókn var gingin á møti, tí avmarkað var, hvussu nógv varð avsett á fíggjarlógini hjá landinum. 

Alt hetta er ein farin tíð. Í dag hava kommunurnar ábyrgdina av øllum tí, sum her er nevnt, bæði viðvíkjandi rakstri og íløgum. 

Tað, sum politiska skipanin seinastu árini hevur ynskt og arbeitt við, eldraøkið var tað seinasta, er kommunalt sjálvræðið, t.v.s. kommunurnar hava ábyrgd av tí, sum er innan kommunumark og greiður skilnaður er ímillum uppgávur hjá landinum og kommununum.

Hetta hevur havt við sær, at kommunur hava lagt saman ella hava valt at arbeiða saman, innan stóru íløgurnar fyri ikki at gera sama feil aftur, har somu íløgur vóru gjørdar í t.d havnaútbyggingar.

Tí skal politiska skipanin fyrihalda seg til kommunala sjálvræðið hjá kommunum, á øllum økjum, eisini tá talan er um havnaútbyggingar. Alt annað er í stríð við tað, sum í mong ár hevur verið arbeitt við, nevnliga kommunalt sjálvræði.

Men tá tað er sagt, er ikki óhugsandi, at inntøkumøguleikarnir kunnu broytast. Flest allar havnaútbyggingar, og tær eru ikki so fáar, eru gjørdar við inntøkum fyri eyga, men fortreytirnar broyttist, og hevur hetta verið viðvirkandi til truplu fíggjarstøðuna hjá fleiri kommunum.

Av fleiri orsøkum er ein ójavni at síggja í dag ímillum kommunurnar og hann er bara vaksin seinastu árini, tá talan er um inntøkur. Her er ikki bara talan um inntøkur frá kaikantinum. ** Innan fiskivinnu, alivinnu og ikki minst viðvíkjandi fiskiloyvum, eru skaptir ójavnar, sum vit eiga at fyrihalda okkum til, og hava eina meining um, hvussu teir skulu loysast (var hetta t.d. andin í lógini um vinnuligan fiskiskap?).

Tí er spurningurin um tíðin ikki er komin at tosa um eina kommunala útjavning. Hetta við tí fyri eyga at tryggja meira líkheit fyri allar borgarar, uttan mun til hvar ein býr í landinum, við at býta møguleikar og virði í samfelagnum rættvísari. 

Her er talan um lív ella deyð fyri nøkur øki í landinum. Vit skulu øll verða her, við okkara fjølbroytni og kunna trívast. 

Fyri, at nøkur meining skal verða við at gera eina kommunala útjavningarskipan, so verður neyðugt við størri kommunalum eindum og harvið einum kommunureformi.

Eivin H. Jacobsen
Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin