Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vit byggja land og bý

Jógvan Arge, Tórshavn, valevni á Lista E:

Eg eri stundum spurdur, hví Tjóðveldi stillar upp til býráðsval. Mítt svar er, at Føroyar sum land verða ikki bara bygdar á løgtingi og í landsstýri, men eisini í býráðum. Har eru fólksins umboð nær hjá borgarunum og hava møguleikan at ávirka samfelagsgongdina skjótt og væl.

Kommunurnar eru ein týðandi partur av føroyska samfelagnum. Tær skulu loysa tær uppgávur, teimum eru álagdar, og hetta skal gerast við ábyrgd. Forsøma kommunurnar sínar uppgávur, sæst hetta aftur í øllum samfelagnum.

Tórshavnar kommuna er landsins størsta kommuna. Sum størsta kommunan kann hon vera fyrimynd hjá hinum kommununum, og hon eigur at ganga undan á øllum økjum.

Í høvuðsstaðnum er nógv tað mesta fólkið, her er mesta virksemið, her er størsti kassin, og her er tann størsta og dyggasta umsitingin. Ábyrgdin hjá politikarunum í kommununi er tí stór, og hon skal røkjast væl.

Føroyar sum land hava brúk fyri einum góðum og sterkum høvuðsstaði. Í høvuðsstaðnum skal vera lív og virksemi, og her skal vera ein ævig fartan millum bygd og bý og millum lond við fólki og farmi.

Skulu vit varðveita Føroyar sum okkara spennandi heim, mugu tøk allatíðina takast. Vit mugu spyrja, hvussu vit kunnu venda skeivu gongdini í fólkatalinum, og taka tey stig, sum eru neyðug.

Ein stór uppgáva er at føra skynsaman fíggjarpolitikk. Hetta hava vit gjørt farnu valskeiðini í samgongu. Skuldin er 150 mió. kr. av eini árligari skattainntøku á 635 mió. kr. Hetta er langt burtur frá teirri álíkning, sum loyvt er at skylda.

Til samanberingar kann nevnast, at fyrst í 90'unum var skuldin hjá Tórshavnar kommunu 800 mió. kr. av eini skattainntøku á 250 mió. kr. Hetta var skilið tá. Soleiðis er tíbetur ikki nú.

Býráðssamgongan hevur í tilmæli sínum til fíggjarætlan fyri 2013 skotið upp, at skatturin lækkar hálvt prosent, og at barnafrádrátturin hækkar úr 5.500 kr. upp í 8.000 kr. fyri barnið. Hetta fara borgarnir at merkja beinanvegin, tá fíggjarætlanin kemur í gildi 1. januar 2013.

Farna valskeið havi eg sum formaður í mentamálarnevndini og limur í fíggjarnevndini verið við til at seta gongd á nógvar útbyggingar í býnum. Sum limur í fleiri bygginevndum havi eg eisini verið við til at fylgt teimum á mál. Tað venda vit aftur til ein annan dag.

Men hetta hevur alt verið mær ein gleði og heiður, tí býráðsarbeiði av hesum slag er bæði at byggja land og bý. Og vit í Tjóðveldi taka fegin eitt tak aftrat!

---