Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vit byggja land og bý 2

Jógvan Arge, Tórshavn, valevni á Lista E:

Listi E í Tórshavnar býráð leggur stóran dent á at skapa bestu umstøður fyri ung sum eldri. Tí hava vit bygt skúlarnar við Løgmannabreyt og á Argjahamri eins og dagført Eysturskúlan, Skt. Frants skúla og Kollafjarðar skúla.

Vit hava skapt altjóða umstøður til bæði frælsan ítrótt og fimleik og dagført ítróttarhallirnar í Hoyvík og á Hálsi. Vit hava stuðlað Dansifrøi at byggja egin høli, bygt stórt áskoðaraskýli á Argjum og útvegað Kvøldskúlanum, har 2-3000 fólk eru virkin hvørt ár, nýggj høli.

Samtykt er at byggja musikkskúla við Norðurlandahúsið, og projekteringin er farin í gongd. Samtykt er, at Reinsaríið verður spælistað hjá tónleikarum. Verkætlanin er í gongd.

Boðanesheimið til 64 fólk verður tikið í brúk fyrsta dagin. Fólk kunna framvegis ferðast ókeypis, nú í spildurnýggjum bussum. Øll hesi átøk er neyðug átøk fyri framtíðina og fyri trivnaðin í kommununi.

Men enn er langt á mál. Tórshavnar kommuna skal ganga undan, tá tað snýr seg um at skapa bestu lestrarmøguleikar í landinum. Vit skulu hava bestu umstøður til miðnámsútbúgvingar og akademiskar útbúgvingar.

Eitt økt tal av studentum í kommununi fer at krevja størri tal av bústøðum. Vit eiga at útvega lestrarbústaðir til einstaklingar og familjur. Vit fáa lønina fleirfalt aftur í einum livandi býi við børnum, vaksnum og gomlum.

Eitt annað, sum hjálpir okkum fram til eitt framkomið og sjálvstøðugt samfelag, er at menna vinnulívið. Uppisjóvarvirkið í Kollafirði og ætlanirnar at fáa gongd á fiskaarbeiðið á Vestaru bryggju eru framstig í so máta.

Vit mugu eisini fáa í lag nýggjar skapandi vinnur. Til hetta mugu vit endurreisa vinnumenningina í kommununi. Raðgevingin skal hava fingurin á pulsinum og eggja vinnuhugaðum til at liva og virka í býnum.

Um dagarnar eru 35 ár síðani Hans Mortensen kom við sínum SMS á Trapputrøðni. Síðani hava vit hoyrt lítið annað, enn at miðbýurin er ov deyður.

Helst fekk miðbýurin tá eina sjokkviðgerð, sum var sterkari, enn gott var. Umráðandi er tí, at kommunan fær lív í miðbýin. Eitt nýtt býráð eigur at fremja bestu partarnar av teimum miðbýarætlanum, ið nú finnast.

Hesi avrik og hesar ætlanir byggja land og bý. Listi E tekur heldur enn fegin eitt tak aftrat!

---