Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Visjónir um fjølbroytta menning

Mong av teimum uppskotum um blandaða bygging, vit kunnu vænta í framtíðini, liggja millum visjón og veruleika. Kravið um dygd, fleksibilitet og fjølbroytni fylgir við øllum ætlanunum.

Tí síggjast so mangar verkætlanir, har tey sameina ymiskt, t.d. ítrótt og mentan ella vinnulív og mentan, soleiðis at tú fært eitt fjølbroytni, har arkitektoniska uppgávan er at pakka tað inn í vakurleika og hugflog, sum gera, at fólk trívast.

Men tað skal ikki bara byggjast nýtt. Vit noyðast sjálvandi at byggja nýggj stadion, svimjihylar og musikkskúla, men samstundis eiga vit hópin av bygningum, húsum og hølum, sum við broytingum og tillaðingum kunnu brúkast til alskyns virksemi.

Við Skálatrøðætlanini síggja vit longu fleiri dømi um nýgerð í gomlum umhvørvi, har virðingin fyri tí gamla hevur verið í hásæti, og har gamla býarmyndin er varðveitt, hóast nýtt og fjølbroytt virksemi verður hýst í bygningunum.

Sjálvandi hugsar eitthvørt býarstýri um inntøkur. Um framleiðslu og úrtøku. Men framleiðsla er ikki bara fiskur og fiskaúrdráttur. Framleiðsla er eisini mentan, list og framleiðsla av útbúnum fólki. Mentan skal eisini til, skulu vit trívast.

Ein uppgáva er at fáa so fjølbroytt virksemi sum møguligt at virka saman innan somu fysisku karmar. Størri fjølbroytnið er, størri er møguleikin fyri, at so mong sum møguligt finna trivnað í mongu tilboðunum.

Hví ikki sameina fiskamóttøku, tilvirking, menning og gransking, og framleiðslu og sølu av útgerð - alt undir somu lon? Og tá lonin er so ómetaliga stór sum Bacalao, hví so ikki eisini hýsa alskyns mentan, undirhaldi og útbúgving, alt undir somu lon? Hví ikki hava ein bygning við innihaldi, sum næstan er líka so fjølbroytt og samansett sum lívið sjálvt? So kunnu økini virka saman og ávirka hvørt annað upp á mátar, sum ongin kundi hugsað sær frammanundan.

Myndin er eitt fantasifostur hjá einum ráðgeva og einum grafikara, sum hava spælt sær við tankanum um, hvat hesin risastóri bygningur kann brúkast til. Kommunan eigur bygningin, so hví ikki koma við hugskotum?

Haldi okkum tørvar eitt kjak um framtíðarvisjónir fyri býin og mongu spennandi bygningarnar her eru. Vit hava so nógvar møguleikar. Og tað eru málini, vit seta okkum - visjónirnar, ið skapa framtíðina.

Heðin Mortensen

Borgarstjóri