Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Visjón um íbúðabygging

Sum er bíða fleiri mál um íbúðabygging eftir eini loysn. Loysn skal finnast á grundøkjaprísi, bygging og fígging, harundir spurninginum um mvg á byggitilfar.

Fleiri konkretar ætlanir um íbúðabygging eru í umbúna í Tòrshavnar kommunu, t.d. á Boðaneshamrinum, í Mattalág, í miðbýnum og ikki minst á Berjabrekku, har púra klár ætlan er at byggja 60 leiguíbúðir úr 35 upp í 85 fermetrar í stødd.

Íbúðirnar verða bygdar til ein fjøltáttaðan brúkaraskara soleiðis, at tær kunnu brúkast bæði av ungum familjun, eldri, sum kanska selja egin hús, einligum við børnum og fólk við skerdum førleika.

Løgfrøðiliga hava vit nú fingið staðfest, at kommunan væl kann gera langtíðarleigumál av grundøkjum til slíka íbúðabygging.

Men her mugu allir aktørar inn í myndina, eisini bankar og byggiharrar, tí kommunan fer avgjørt ikki at lata grundøkini til leigu fyri lítið og lætt, um úrslitið verður, at avansin hjá bankum og byggiharrum lutfalsliga blívur størri og endaligi prísurin hin sami. Ikki talingur um.

Tíverri eru ætlanirnar uppsteðgaðar. Vit koma ikki víðari, fyrrenn tað almenna hevur fingið greiðu á, hvussu treytirnar skulu verða fyri eitt nú leigu- og lutaíbúðir. Eisini mugu endaligu viðurskiftini millum landið og Húsalánsgrunnin koma uppá pláss, eitt nú viðvíkjandi spurninginum um mvg.

Prísurin skal niður. Bankarnir skulu útvega lagaligari fígging. Kunnu og vilja teir ikki tað, mugu teir onkursvegna fáa kapping við at Húsalánsgrunnurin ella pensjónsfeløgini trakka til og veita realkreditt ella aðra fígging.

Byggifeløgini mugu so sanniliga eisini revidera sínar mannagongdir. Prísurin á tilfari má niður. Mvg’ið skal burtur. Byggikostnaðurin skal og má niður. Um neyðugt má fyrilitið fyri føroyskum byggifyritøkum víkja, so vit fáa útlendskar aktørar inn at vísa, hvar skápið skal standa. Vit hava onki val.

Sum er hendir onki. Ongin selir. Ongin keypir. Ongin byggir. Men ongin sker heldur ígjøgnum. Sum er bíða vit bara eftir tí almenna.

Heðin Mortensen,

borgarstjóri