Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Visjón um eina miðbýarloysn

Vit kenna flestu orsøkirnar til at fólk flyta av landinum. Vantandi útbúgvingartilboð er ein orsøk. Har tykist vend spakuliga koma í, nú tilgongdin til føroysku lærustovnarnar er størri enn nakrantíð.

Tað eru aðrar orsøkir, men tá um Havnina ræður, so er eingin ivi um, at bústaðarkostnaðurin og vantandi útboð av smærri íbúðum er nógv størsta orsøkin.

Kommunan hevur roynt allar snildir við alternativari bústaðabygging. Men í dag sita peningastovnarnir á keypi, sølu, mekling og endursølu av øllum húsaognum og stýra harvið bæði prísi og rentu. Tí fellir prísurin ikki.

Útbúgvingartørvurin annars í fólkaskúlanum í býnum verður loystur við nýggja Vesturskúlanum, sum m.a. kemur at yvirtaka allar skyldur, sum Kommunuskúlin hevði. Kommunuskúlin hevur tænt sínum endamáli væl seinastu seksti árini.

Samstundis siga fólk, at miðbýnum tørvar fólk, tí fólk skapa lív. Og miðbýnum tørvar lív, fólkinum tørvar parkeringsøki og handilslívinum tørvar kundar.

Her er eitt uppskot, sum kanska loysir ein stóran part av øllum hesum trupulleikum. Arkitekturin ímyndar sær at bygdur verður ein bústaðarbygningur/kollegium har, sum kommunuskúlin í dag stendur.

Í hesum uppskotinum einsamøllum eru 45 íbúðir og ein hópur av parkeringsøkjum, flestu teirra undir jørð.

Kanska kundi hetta uppskot loyst ein part av bústaðatrupuleikanum, útvegað hóp av parkeringsøkjum, samstundis sum hetta hevði flutt útivið hálvthundrað ungar familjur mitt inn í hjartað á býnum.

Tað hevði eisini økt um virksemið hjá handilslívinum og matstovuvinnuni í miðbýnum og soleiðis yvirhøvur skapt ein meira livandi miðbý.

Tað eru slíkar visjónir, ið elva til kjak. Okkum tørvar eisini opið kjak um viðurskifti sum hesi. Tí tað eru málini, vit seta okkum - visjónirnar, ið skapa framtíðina.

Heðin Mortensen

Borgarstjóri