Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vísindin hevur lokaliserað vandamikið gen: jør- genið

Høvuðsatferðareyðkennið fyri berararnar av nevnda geni er, at teir hava stórar trupulleikar við at skilja ímillum, hvat ið er satt, og hvat ið er lygn, og eisini hvat ið er teirra ella annan mans ogn.. Tey flestu við jør – geninum vísa seg eisini at liggja for til høgru, har ið ørnirnar venda, meðan onnur noyðast við økið har ravnarnir halda til. Og so eru tað tey – við ella uttan jør – geninum, sum einans stuðla teim høgraradikalu fyri persónligan vinnings skuld, óansæð hvussu hesin vinningur verður fingin til vega. Moralur – fyri hesu - er ein býur onkunstaðni í junglinum í svartasta Afrika.

Meirilutið skal sjálvandi til, eisini tá landið skal stjórnast av høgraekstremistunum, so sjálvt tey sokallaðu høgrakristiligu verða boðin við, og sjálvt um mong høvdu væntað eitt rungandi nei frá teimum - til fast meirilutasamstarv - og tað av góðum kristnum grundum - tí tey heldur ikki undi nøkrum umstøðum vildu vera við til at fremja órættvísi, ið tílikir altíð fáast við, so góðtaku tey eina høgraradikalu samstarvsavtulu, og tað eisini sjálvt um tey fasthildu, at tey ikki undir nøkrum umstøðum fóru at góðtaka kúgan og rán frá teimum smáu og minnimentu. Men hesir sálvútnevndu kristnu góðtóku alt, tí teir fingu frítt loyvi frá høgra til t.d. at forfylgja teimum seksuelt øðrvísi orienteraðu. Kanska áttu tey heldur at steðgað teim mongu følsku profetunum og kristnu kvaksalvarunum, sum við fríum vilja fremja óbótaligan skaða á bæði likam og sál hjá mongum óvardum, soleiðis sum er. Homofólkini eins og heterofólkini liva bert eitt lív, ið varð teimum givið í lut longu í móðurlívinum.. Var tað tí ikki betri og rættari at víst á, at vit øll eru skapt í mynd skaparans og eru elskaði av Honum, sjálvt um vit øll á hvørjum degi gera feilir Men fyri at eingin misskiljing skal vera, so lat meg sláa fast, at einki er betur enn sannur kristindómur, meðan misbrúkið av honum bæði er forkasteligt og andstyggiligt og mangan ikki til at halda út at síggja og hoyra upp á.

Góðar og óndar gerðir avdúka menniskju og siga meira enn túsund orð, hvør tey í verunleikanum eru, óansæð hvat tey annars sjálv siga, at tey eru, tí sum skrivað stendur: eg var svangur, men tit góðu mær ikki at eta, og eg var tystur, men tit góðu mær ikki at drekka osfr og síðani verður fortalt um hini góðu sum góvu teimum svongu og tystu bæði at eta og drekka, og at enda verður skrivað, at soleiðis, sum tit vóru yvirfyri ´mínum teimum minstu´soleiðis vóru tit yvirfyri mær. Og kap endar við, at siga, at tey, ið ikki hjálptu teimum minstu í teirra trongstøðum skulu fara til æviga revsing, meðan hini, ið hjálptu, skulu fara inn til ævigt lív. Hjálpir tú ella ikki, tað er hin brennandi spurningurin?

Kristindómur – ella sjónleikurin við heitinum kristindómur - verður ofta brúktur sum skálkaskjól fyri at fremja egináhugamál. Men gerningarnir avdúka rætta samanhangin. Hetta og frammanfyristandandi verður tikið við her, tí jør-gen berararnir hava nógvar, ið soleiðis draga ósekar sálir upp á tráð við at geva seg út fyri at vera, meðan teir í verki vísa teirra sanna eg.. Og tað er ikki tespuligt verk, ið ofta kemur til sjóndar.

Hetta skal bert verða nevnt, fyri at teir, ið nýta kristindómin sum skálkaskjól fyri lættari at kunnu fremja sær og sínum ókristiligar fyrimunir, samstundis sum teir eyðræna og kúga tey smáu, men teir eiga ikki at skulu kunna sleppa at villleiða tey, við teirra innantómu útsagnum.. Tað er tí altíð vert at seta spurnartekin við útsøgnina, meðan gerningarnir verða vigaðir, og mett verður um, um teir eru óndir ella góðir. Mann er tað mann ger, ikki tað mann sigur, at mann er. Minnist til tað.** Kanska fleiri og fleiri fara at duga at síggja, hvat verandi magthavarar við tí altdominerandi jør – geninum fremja. Nøkur mál kunnu lýsa vegin, teir hava gingið, og kósina, teir halda:

Flatskatturin, har jør – genið sjónliga materialiseraði seg , vísti og vísir, at tey vælbjargaðu fingu tær stóru upphæddirnar, meðan tey smáu fingu lítið og onki í sín part, og vísti sostatt sólaklárt, hvussu vandamikið myrkabrúna genið er.

Og so nøkur avdúkandi umráðir, ið skulu nevnast:

a. Mvgið 90.000.000 kr. hjá í høvuðsheitum fólki við jør-geni eru ikki goldnar landskassanum enn.

b. Nær verður skatturin (10- tals mill. kr.) inndrigin frá jør- genisa kvinnum og monnum? Hvussu stórar eru eftirstøðurnar tilsamans?

Hetta er kanska loynidómur, ið skal verja tey við røttum liti og geni?

Nær verða strámenninir, sendir hartil, sum teir hoyra heima? Og hvussu nógv fáa land og fólk forvunnið á tann hátt?

ii. Eru partar av strámannavirkseminum ikki beinleiðis kriminelt virksemi, ið eigur at verða steðgað í dag heldur enn í morgin.

d. Nær fáa land og fólk eina skipan, ið gevur fólkinum sum mest burtur úr ogn Føroya fólks?

a – d munnu - leysliga mett – kunna geva eitt stað ímillum 250 og 300 mill kr. , ið kundu gjørt gott á mongum økjum, har harðliga er brúk fyri tí, t.d. rætt gomlum sum ungum, frískum sum sjúkum eina heita og hjálpandi hond tá á stendur. Tað er sannur kristindómur.. Onki við varrakristindómi og óndum gerðum, tað fáa vit í ríkiligt mát.

Soleiðis sum útistandandi í mvg og skatti síggja út, so treingir TAKS til eina kraftiga útskifting av kvalifiseraðum fólki í stundini. Hetta óskilið er ikki nýtt, og eftirhondini sær tað út, sum onkur fyritrekkir óskilið, tí tað møguliga gevur meira í røttu kassarnar. Hvør veit? Kanska eigur politiska skipanin eisini at stramma inkasseringina upp við fleiri og nýggjum tiltøkum. Men vit vita, at vinir og kenningar og poltisk samsint við jør- geninum kunnu gerast ein forðing fyri viljanum til loysnir og harvið effektivitetinum. Tí tey halda - ikki uttan grund – at skipanin er góð, soleiðis sum hon er, og vit skilja til fulnar, hví tey halda so..

Annars kunnu vit rokna við, at olja skjótt verður funnin, og tá verður Fanin fyrst fyri álvara leysur. Tí tá verður tað so sikkurt sum amen í kirkjuni, at teir høgraradikalu seta seg á meginpartin av vinninginum saman við teimum, sum teir plaga at lívga, meðan vanliga fólkið verður við sviðið soð.

Milliarderar við jør-geni vera at síggja í gøtunum, samstundis sum fátøk mugu noyðast við molarnar frá ríka mans borði ella mugu flýggja í onnur lond fyri at breyðføða seg og síni.

Ongin má ivast í, at so kann fara at verða, tí soleiðis hevur hatta fólkið verið, soleiðis er tað, og soleiðis fer tað at vera, um tað ikki verður steðgað við tí, ið skal til fyri at steðga teimum. Lesið søguna.

Og av frammanfyristandandi, men eisini av mongum øðrum orsøkum, hava vit skyldu til at steðga høgrakósini, jør- gen berarunum og allari tokutalu. Hetta er serliga hart tiltrongt bæði fyri okkum sjálvi, men sanniliga eisini fyri okkara eftirkomarar. Vit hava skyldu til at fylkjast og standa øksl við øksl bæði nú og so eisini fram til valið, so jør-genini verða sett uttanfyri alla politiska ávirkan í minsta lagi í eitt mannaminni.

Lat okkum í tí anda taka lógvatak saman og við harðari rødd sláa fast:

AT VIT MEGNA BERT VIT VILJA.OG AT JØR-GENINI SKULU ÚT Í MYRKRIÐ HAR EINGIN KENNUR MUNIN Á SANNLEIKA OG LYGN ELLA TÍNUM OG MÍNUM. TÍ HAR OG BERT HAR HOYRA TEY HEIMA.

Dagfinnur Danbjørg.