Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vísindavøka: Uppliv Koltur úr fjarstøðu

Á Vísindavøkuni verður møguligt at uppliva Koltur úr Sjóvinnuhúsinum. Fyritøkan Verða hevur gjørt tykisheimsupptøkur í Koltri, sum eru settar saman til ein stuttan film. Hesin kann síggjast á fyrsta sinni á Vísindavøkuni.

Granskingarráðið hevur bílagt filmin. Endamálið er at kanna og vísa á møguleikar hjá granskarum og fyritøkum at arbeiða saman um miðling av gransking. Tykisheimsútgerðin kann gera miðlingina av granskingini meira nýmótans og samvirkna.

Verða er ein nýggj føroysk fyritøka, ið arbeiðir við at menna og framleiða tykisheimsupptøkur úr Føroyum. Gabriel Sebastian Apetrei, stjóri í Verða, sigur, at tey hava verið sera glað fyri samstarvið við Jón Aldará frá Tjóðsavninum, sum hevur gjørt tað møguligt hjá teimum at lýsa samanspælið millum tøknina og granskingina.

- Eitt av endamálinum hjá Verða er at økja um lívsgóðsku og trivna hjá eldri og rørslutarnaðum borgarum, sigur Gabriel Sebastian Apetrei.

Tykisheimsútgerð (VR tøkni) kann geva upplivingar og minka um frástøðuna til umheimin fyri fólk, sum ikki longri kunnu flyta seg frítt.

Sum avvarðandi hjá demensraktum hava stovnaranir av Verða sjálvi merkt avleiðingarnar av millum annað koronufarsóttini og frástøðuni, ið stóðst av henni.

- Tykisheimstøknin er av álvara farin at gera um seg í grannalondunum, og Føroyar skulu als ikki halda seg aftur á hesum frontinum, sigur Gabriel Sebastian Apetrei.

Uppruna ætlanin hjá Verða var at arbeiða innan røkt á elis- og røktarheimum í Føroyum, men skjótt sóust aðrir møguleikar við framkomnu tykisheimstøknini, siga tey. Toymið hjá Verða arbeiðir nú eisini við møguleikum at nýta tykisheimsútgerðina millum annað innanfyri ferðavinnuna, mentanarlív og undirvísing í Føroyum. 

Jón Aldará fer eisini at halda framløgu um náttúruna í Koltri á Vísindavøkuni fríggjadagin 24. september og á Klaksvíkar Bókasavni týskvøldið 21. september kl. 19.

Mynd av Koltri: Tjóðsavnið