Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Virknis- og umlættingardepil í Sandoynni

Støðan
Mars 2016: Arbeiði gongur sera væl, og tíðarætlanin heldur. Arbeitt verður við projektbroytingum í sambandi við baðirúm til fjølbrekaði. Bæði Kontrast og Valbjørn Dalsgarð hava tillagað síni arbeiðir, so hetta ikki seinkar tíðarætlanini. Gjørd arbeiðir eru hesi: Umleið 50 prosent av prosjektbroyting av vesum eru útint. Sondulit er liðugt útlagt, og úthangini gjørd. Eisini er gólvhiti á vesunum gjørdur, meðan tríggir fjórðingar av gólvinum eru stoypt. Grøv og leiðingar eru lagdar, sum veita vatnið burtur. Næstu vikurnar verður farið undir at stoypa lendisdekkini liðug, eins og takrennur, tekja og innveggir verða gjørd.

Februar 2016: Arbeiðið gongur eftir ætlan. Í løtuni verða gólvini stoypt, og veggir avskildraðir, samstundis sum el- og hvs-arbeiðið verður gjørt. Tíðarætlanin heldur, og væntandi verður bygningurin liðugur sum ætlað í august, og flutt verður inn í september.

Desember 2015: Tann 19. desember stóð Virknis- og Umlættingardepulin á Sandoynni liðugt reistur og innilokaður. Hetta er í tráð við tíðarætlanina. Arbeiðstakarin er farin í jólafrí, men og arbeiðði byrjar aftur 4. januar 2016.

Desember 2015: Stopiarbeiðið er liðugt. Somuleiðis eru bæði betong-, timbur- og takelementir gjørd. Biðið verður í løtuni eftir betri veðri, so til ber at seta elementini upp. Bæði byggiharri og arbeiðstakari miðja ímóti, at bygningurin verður innilokaður áðrenn jól.

August 2015: Arbeiðið byrjaði síðst í juni, og arbeiðsgevarin hevur gjørt flestu timburelementini til byggingina klár. Jørðarbeiðið byrjaði mitt í august. Betongarbeiðið verður gjørt í oktober, og bygningurin verður liðugt innilokaður til jóla. Tíðarætlanin heldur, og ætlanin er at taka bygningin í nýtslu í september 2016.

Februar 2015: Gjøgnumgongd av prosjektgranskingini hevur verið við ráðgevar, og er høvuðsprosjektið rættað og sent okkum aftur. Arbeiðið er boðið út. Lisitatión verður tann 19. mars 2015, og skal arbeiðið eftir ætlan byrjað 1. apríl 2015. Byggitíðin er sett til 13 mánaðir.

Januar 2015: Høvuðsprosjektið  er liðugt granskað. Gjøgnumgongd verður saman við ráðgevum í viku 5.

November 2014: Høvuðsprosjektið er í gerð og verður handað bygginevndini fyrst í desember. Umsókn um byggiloyvi er sent Sands kommunu, og greitt er, at einstakar tillagingar skulu gerast.

Oktober 2014:  Bygginevndin hevur gjøgnumgingið prosjektuppskotið. Viðmerkingarnar eru latnar Kontrast, sum eftirfylgjandi hevur tilpassað prosjektuppskotið og sendt bygginevndini tað. Tilpassaða prosjektuppskotið er síðani góðkent av bygginevndini. Forprosjektið, saman við umsókn um byggiloyvi, er sent Sands Kommunu.

September 2014: Prosjektuppskotið varð handað bygginevndini hósdagin 18. september 2014.

August 2014: Prosjektuppskotið verður handað bygginevndini mitt í september. Forprosjektið verður handað mitt í oktober og høvuðsprosjektið fyrst í desember. Ætlandi verður lisitatión síðst í januar. 

------------------

Lýsing
Verkætlanin fer at útvega karmar til børn og ung, sum hava tørv á ymsum stuðulstilboðum í dagligdegnum. Tilboðini kunnu býtast í virknistilboð, umlætting og vardan bústað. Bygningurin skal rúma børnum og ungum við menningartarni, autismu, rørslutarni og sálarsjúku. Endamálið er at skapa eitt heimligt umhvørvi við ymiskum upplivingum við mennandi innihaldi.