Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Virkin og vakin - eldradagur 30. september

Altjóða eldradagurin verður aftur í ár hildin í Tórsgøtu í høvuðstaðnum, tann 30. sept. 2011.

Skráin er henda:

Kl. 10.00 – 10.30 Heðin Mortensen setir dagin og umboð fyri Eldraráðið sigur nøkur orð.

Kl. 10.30 – 10.50 verður rørsla í Tórsgøtu ( á parkeringsøkinum)

Kl. 11.00 – 12.00 Gamla Reinsarí. Eyðun Johannesen, leikstjóri, framførir brot úr leikinum ”Mítt lív sum apukattur”.

Kl. 12.00 - 13.30 Døgurðasteðgur. Í kantinuni í Posthúskjallaranum er suppa og okkurt gott omaná fyri sámiligan kostnað.

Kl. 13.00 – 16.00 Ellisakfør verða sýnd fram í Tórsgøtu.

Kl. 13.30 – 14.00 Gamla Reinsarí. Oddvør Johansen, rithøvundur, heldur fyrilestur.

Kl. 14.15. – 15.00 Matiné í dómkirjuni.

Kl. 15.15 verður livandi ”syngið við” tónleikur í Posthúskjallaranum, har Hilmar Joensen skipar fyri. Øll eru vælkomin at syngja við.

Kl.15.45 Halla Samuelsen, forkvinna í sosialu nevnd Tórshavnar kommunu, tekur saman um dagin.

Posthúskjallarin er café við ókeypis kaffi og te allan dagin, meðan tiltøkini eru.

Ókeypis svimjing í Svimjihøllini allan dagin fyri eldri.

http://www.torshavn.fo/Default.aspx?pageid=37&NewsItemID=3066