Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Virkin januar

Veitst tú av at fólk, sum í stóran mun eru virkin, hava í størri mun kenslu av vælveru og betri sálarliga heilsu enn tey, sum ikki eru virkin?

1. januar 2021 byrjar átakið Virkin januar, sum ABC fyri sálarliga heilsu skipar fyri. Januar er byrjanin uppá eitt nýtt ár og er eisini tíðin, tá nógv seta sær nýggj mál og avbjóðingar. At taka lut í Virkin januar er tí eitt gott høvi at fáa eina góða byrjan uppá 2021 og byrja árið við at gera ymiskt gott fyri bæði kropsligu og sálarligu heilsuna.

Hvat er Virkin januar?
Virkin januar er eitt nýtt átak, sum hevur ein álmanakka fyri januar. Hvønn dag í mánaðinum vísir álmanakkin á, hvussu ber til at vera virkin uppá ymiskar mátar, ið hava jaliga ávirkan á sálarligu heilsuna. At vera virkin snýr seg bæði um at vera virkin kropsliga, sosialt, sálarliga og andaliga og tí eggja vit til, at vera virkin uppá nógvar ymiskar mátar. Til ber at fylgja uppskotinum hvønn dag ella at fáa íblástur til annað virksemi, ið gevur størri meining fyri tann einstaka.

Hvør kann luttaka?

Átakið er fyri øll. Óansæð, um tú ert sálarliga væl fyri ella hevur sálarligar avbjóðingar, kanst tú luttaka í átakinum í tann mun, tú megnar.

Soleiðis luttekur tú
Vit hava tveir álmanakkar, ein álmanakki er til børn/ung og ein til ung/vaksin. Til ber at taka kalendararnar niður her og deila teir við onnur ella prenta og hanga upp.

Tað ber til at vera virkin uppá so nógvar mátar, tað kann vera stuttligt og tað er ikki neyðugt at tað kostar eina krónu. Tú kanst strekkja út heima í stovuni, læra onkran at binda, ganga ein túr við einum vini ella lurta eftir læruríkum poddvarpi.

Vit eggja til, at tú ert virkin í januar bæði við og uttan skerm. Deil tína søgu ella myndir á sosialu miðlunum og vís, hvussu tú ert virkin. Soleiðis ert tú við til at deila boðskapin um, hvønn týdning tað hevur fyri sálarligu heilsuna at vera virkin og hvussu einfalt tað kann vera. Fylg við á “ABC fyri sálarliga heilsu” á Facebook og “Folkaheilsuradid” á Instagram. Har leggja vit uppsløg út hvønn dag.

Kapping
Umframt at vera virkin kanst tú eisini luttaka í okkara kapping á Instagramsíðuni, Folkaheilsuradid, sum verður allan januar mánað. Vís okkum hvussu tú ert virkin í januar, og ver við í lutakastinum um eitt gávukort frá NAX, virði 5000 kr. Gávukortið kann brúkast til t.d. kajakk, fjallatúrar ella túrar við skjóttgangandi báti. Meira kunning um kappinga verður á sosialu miðlunum. So tak lut í Virkin januar og tagga okkum við at brúka #virkinjanuar og #abcfyrisálarligaheilsu.

Tí er tørvur á slíkum átaki
Tørvur er á at ansa eftir sálarligu heilsuni. Fólkaheilsuráðið hevur fyri stuttum kunngjørt úrslit frá kanningini “Hvussu hevur tú tað?” frá 2019. Úrslitini vísa á, at sálarliga heilsustøðan hjá einum stórum bólki av teimum millum 18-35 ár ikki er góð, og tí er tørvur á at gera nakað við sálarligu heilsuna í Føroyum. Átakið Virkin januar er ein máti, vit kunnu leggja dent á at fremja og varðveita góða sálarliga heilsu. Við átakinum vísa vit eisini á, at sálarlig heilsa snýr seg um annað enn at viðgera sjúku. At vera virkin kropsliga, sálarliga, sosialt og andaliga eru grundleggjandi byggisteinar fyri at menna sálarligu heilsuna. At vera virkin heldur okkum vakin, ágrýtin og í sambandi við onnur.

Fólk, sum í stóran mun eru virkin, hava í størri mun kenslu av vælveru og betri sálarliga heilsu, enn tey, sum ikki eru virkin. Við nýggja átakinum Virkin januar eggja vit einstaklingum, skúlum, arbeiðsplássum og stovnum at taka lut í átakinum og soleiðis gera okkurt gott fyri sálarligu heilsuna hjá bæði sær sjálvum og øðrum.