
Virkandi leiðari skaðar samstarvið
MÓTMÆLI: Starvsmannafelagið mótmælir hvassliga, at virkandi leiðarin á landsbókasavninum í álitinum um Søvn Landsins kemur við haldleysum og niðrandi skuldsetingum móti sínum starvsfólkum.
Søvn Landsins, sum skuldu savna fleiri av skjalasøvnunum í landinum, hevur trupulleikar. Ein av trupuleikunum er vantandi samstarv og álit millum leiðslu og starvsfólk.
Tað gongur greitt fram av álitinum ´Eftirmeting av samanleggingini av Søvnum Landsins´, sum Jóan Pauli Joensen, professari, handaði landsstýrinum 16. november 2016.
Fyri at fáa eina mynd av støðuni á samanlagda stovninum hevur professarin tosað við fleiri fólk, og ein av teimum Sámal Tróndur F. Johansen, sum hevur virkað sum leiðari á landsbókasavninum, eftir at Erhard Jacobsen fyri stuttum fór frá fyri aldur.
Men hóast hann bara hevur verið virkandi leiðari í nakrar krákumánaðir, aftrar hann seg ikki við, at koma við sera avgjørdum úttalilsum um tey starvsfólk, hann fyribils er settur at leiða.
Hann leggur bókavørðirnar á stovninum undir at vera bæði apatiskar og óhjálpnar, og hettar av tí at tey eru blivin ´curlaði´av fyrrverandi leiðaranum Erhard Jacobsen, sum heldur ikki sleppur snikkaleysur. Ivi verður sáddur um leiðsluháttin hjá fyrrverandi leiðaranum.
Starvsamannafelagið og Bókavarðafelagið hava vent sær til landsstýrið og hava hvassliga átalað tað, sum Sámal Tróndur F. Johansen, verður siteraður fyri í álitinum.
Hettar er bæði hugstoytt og skelkandi at lesa.
Úttalilsini eru niðrandi og kunnu skapa split millum fakbólkar, og mest álvarsamt so skapar hetta órógv og ótta á einum einum stovni, sum frammanundan er bæði sperdur og skerdur.
Tað syrgiliga er, at úttalilsini í ringasta føri kunnu fáa beinleiðis skaðiliga ávirkan á arbeiðið at samansjóða Søvn Landsins, har júst álit og samstarv millum leiðslu og starvsfólk, hevur verið tann stóra mangulvøran.
Skal samanleggingin av Søvnum Landsins eydnast, er tað umráðandi, at vit hava leiðarar, sum ganga undan og virka savnandi. Sæð í hesum ljósi eru úttalilsini ógvuliga óheppin og skaðilig.
Tað margháttliga og undrunarsama er eisini, hvussu fyribils leiðarin kann koma við so avgjørdum og bastantum niðurstøðum. Eftir bert fýra mánaðir í sessinum, har hann eisini var burtur í fleiri vikur í feriu og vegna sjúku.
Eg veit, at virkandi leiðarin seinni hevur sent starvsfólkunum á landsbókasavninum eina umbering fyri tey úttalilsir, sum hann er komin við í álitinum og at hann í umberingini rósar teimum fyri teirra førleikar. Alt gott um tað, men faktum er, at skrivaðu orðini í álitinum standa einsamøll fyri tíð og ævir. Tí halda vit, at tað er einki annað enn rímuligt, at umberingin frá virkandi leiðaranum eisini verður almenn og verður løgd við álitinum, so at lesarin fær eina hylling av hvat hann veruliga meinar um starvsfólkini á landsbókasavninum.
Alt hettar ger, at eg havi ringt við at taka kanningina av samanleggingini fyri fult og haldi ikki at hon er eftirfarandi.
Eg vil minna á, at nevndin í Bókavarðafelagnum so seint sum í september í fjør yvirfyri myndugleikunum átalaði, at tað varð settur ein fyribilsleiðari á landsbókasavninum, sum ikki hevur bókasavnsfakliga bakgrund. Hetta meta fakfólk á økinum sum ein niðurrafestingin av bókasavnsøkinum í Søvnum Landsins.
Vit vilja tí heita á Løgmansskrivstovuna um beinanvegin at virka fyri, at varandi loysn verður funnin á landsbókasavninum og at tað sum skjótast verður lýst eftir eftir nýggjum fakliga sterkum persóni at leiða Landsbókasavnið.
Samstundis fari eg at heita á løgmansskrivstovuna um at taka til eftirtektar áheitanina frá Bókavarðafelagnum um at tryggja eina betri fakliga breidd í leiðslutoyminum, sum er neyðugt í einum so samansettum vitnarstovni sum Søvnum Landsins.
Súni Selfoss, formaður
Starvsmannafelagið