Virðið fólkið! - Steðgið høgraáganginum!
Føroya fólk hevur sum heild allarstørstu virðing uppibornað. Tey røkja teirra skyldir, sjálvt um tey ikki fáa teirra rætt, tí ein høgraradikalur minniluti hevur tiltuskað sær og sínum framíhjárættindi og framhaldandi - sum úlvur á skóg - stríðist fyri øktum og munandi størri framíhjárættindum hjá hesum teirra útvalda skara.
Mong av hesum høgraradikalu teljast millum tey, ið sleppa sær undan at gjalda tann skatt, sum tey av røttum eiga at gjalda, og mong stjala mvg'ið, ið tey hava kravt inn fyri landskassan. Samstundis syrgja teir høgraradikalu politikararnir fyri at forða eftirlitsmyndugleikunum í at fáa skattin og mvg'ið til høldar við at nokta eftirlitsmyndugleikanum orku til at loysa uppgávurnar. Av somu orsøk liggja 200 - 300 mill. kr. sum tjóvagóðs hjá privatum, og henda pening mugu vit øll onnur gjalda landinum, umframt okkara egna. Tílikt má steðgast í stundini.
Skattalættin til tey vælbjargaðu, har mong ikki høvdu hann fyri neyðini, varð fíggjaður av pensiónini hjá teimum, ið koma aftaná okkum og skulu hava pensión. Tann stóri skattalættin fer fyrst og fremst til tey, ið eru heimahoyrandi á høgraveinginum, sjálvt um tey ikki øll eru radikal. Hetta er samstundis mong av teimum, ið níta professionella hjálp fyri at sleppa so bíliga sum møguligt í skatti, og onkur hevur eisini svartan pening í útlandinum í skattaparadísi.
Hetta er sama slagið, ið teir høgravendu vilja fóðra við tilfeingisloyvum í fleiri 100-tals mill. kr. klassanum. Við ella uttan stráðmenn, sállvt um stráðmannavirksemi átti at verið strangliga bannað.
Tær mongu mill. í tilfeingisskatti, sum kundu gagna land og fólki sum heild, skulu haldast mest møguligt niðri, so teir útvaldu kunnu goyma tær í egnum pengatanga.
So meðan landskassin bløðir við gapandi holum, alt meðan kreppan við øktari ferð nærkast okkum vanligu føroyingum, so svimja teir høgraradikalu og teirra næstringar saman við stráðmonnum og stuðlum í "onkel Joakims" líknandi pengatangum.
Og hetta skulu vit bert finna okkum í, og sum keldumaðurin sigur, hava virðing fyri. Nei takk. Latið okkum, ið eru fyri hesum stóra og við tíðini sera vandamikla órætti, saman seta fótin í politisku hurðina og kroysta teir høgraradikalu úr landsins leiðslu skjótast tilber. Tí verða teir sitandi, gerst skaðin fleiri ferðir størri enn higartil sæð og kanska meira enn fantasiurin kann fyristilla sær.
Kanska kundi fakfeløg ella onkur annar gjørt ein hugskotsbanka yvir aktiónsmøguleikar og aktivitetir, ið kundi verið við til at steðgað høgraáganginum.
Møguliga kundi eitt aðalverkfall yvir eitt stytri ella longri tíðarskeið loyst málið.
Eitt er vist - gera vit einki, men bert lata standa til, so verður galin endi. Sostatt hava vit alt at vinna við at vera virkin, og alt at tapa um vit ikki eru tað.
Dagfinnur Danbjørg.