Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Anni Matthiesen, MF (V) framsøgukvinna í Føroyamálum

Vinstri: ósemja við ES skal loysast áðrenn boykott gerst veruleiki

Ráðharrin fyri landbúnað, matvørur og fiskivinnu, Metta Gjerskov, er kallað í afturlatið samráð í Fólkatinginum, í morgin 12. juni kl. 14.00 danska tíð, fyri at geva matvørunevnd Fólkatingsins kunning um fiskivinnuósemjuna millum Føroyar og ES. Ráðharrin skal eisini greiða frá, hvussu stjórnin fyriheldur seg, um ES fer at boykotta Føroyar.

Framsøgukvinnan hjá Vinstra í Føroyamálum, Anni Matthiesen, sigur:

”Í ríkisfelagsskapinum kunnu vit koma í ta ólukkuligu støðu, at ein ríkispartur skal boykotta ein annan ríkispart. Eg vóni framvegis, at danska stjórnin átekur sær ein aktivan leiklut fyri at fáa ósemjuna loysta, so talan ikki verður um ES-boykott. Tí síggi eg fram til at fáa kunning frá ráðharranum og frætta, hvussu vit sum ríkisfelagsskapur skulu handfara eitt møguligt boykott”, sigur Anni Matthiesen.

Framsøgumaður Vinstra í fiskivinnumálum, Thomas Danielsen, leggur dent á, at um talan verður um eitt boykott, so er umráðandi, at revsitiltøkini eru proportional og í samsvari við altjóðarætt.

”Fyrst og fremst skal Danmark gera tað, ið gerast kann, fyri at hjálpa Føroyum og ES til at røkka einari samráðingarloysn. Kann tað ikki lata seg gera, mugu vit greitt boða ES frá, at óproportionalar sanktiónir móti Føroyum kunnu ikki góðtakast”, sigur Thomas Danielsen.

At enda undirstrikar matvøruframsøgumaðurin hjá Vinstra, Erling Bonnesen, at tað hevur avgerandi týdning, at Danmark bakkar Føroyar upp, um ósemjan gerst til eitt mál í heimshandilsstovninum WTO.

”Fyri Danmark og Føroyar er avgerandi, at vi kunnu líta á, at altjóðarættur er galdandi, og at altjóða reglur verða hildnar. Hetta er avgjørt besti møguleikin fyri at verja okkara áhugamál ímóti einum stórum og týðandi spælara sum ES. Verða altjóða reglur brotnar, mugu vit taka málið upp í WTO. Fyrst og fremst er sera umráðandi, at stjórnin hjálpir Føroyum og leggur seg í selan fyri at tryggja, at allir samráðingarmøguleikar verða funnir og troyttir, áðrenn talan verður um veruligar sanktiónir”, sigur Erik Bonnesen.