Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vinstrahellingin en bloc?

Tórbjørn Jacobsen:

Jóannes Eidesgaard er ákavur farin at kaga inn í framtíðina. Eitt vælsignilsi í eini politiskari skipan har ongin sær fram um seinasta rakdropan, áðrenn hann fellur til jarðar og verður til atmosferiska guvu. Javnaðarformaðurin, fyrrverandi løgmaðurin, sum í fýra ár sat sum galliónsfigurur hjá Fólkaflokkinum, ið síðani sprongdi eina vinstrasamgongu eftir hálvum ári og hvørs sveinastykki gjørdist, at hann á miðjari nátt varð lumpaður av Jørgeni til at velja Kaj Leo til kolonibestýrara úti undir væðingini á tinghúsloftinum, roynir seg nú sum spámann og politiskan konsulent. Jørgen telvaði sær uttanríkisráðharran í somu manøvru í 2008, og Eidesgaard mátti taka til takkar við at sita eftir á einum fjarandi landskassa úti í Kvíggjartúni. Hann var nú ikki nøkur eggvæta sum kassafúti, men fíggjarpolitikkurin hjá Bárði Nielsen og Fólkaflokkinum árini 2004-2008 tóktiskt ólekjandi, møðin tyngdi sum fráleið, og sum runnur úr turrari jørð rann nú hin unga politiska vónin hjá føroyskum socialdemokratum. Aksel Vilhelmsson. Hansara hugsjónarliga kjølfesta, snildi og vit kemur nú ikki frá fremmandum heldur. Sørur ert tú ikki, hevur tú sitið undir og matskaffað við døgverðaborðið hjá Vilhelmi Johannesen í uppvøkstrinum.

Sjáldsami rithøvundurin Franz Kafka skrivar í einari stuttsøgu: “Lat framtíðina hvíla. Ynskir onkur at vekja hana í úrtíð, merkir tað, at viðkomandi durvar í síni samtíð.” Úr sínum otium við Trongisvágsfjørð leggur skiparin á Thorshavn líka í, tíbetur, tí tað er rætt av honum at taka hendan táttin upp, sum ongin annars kemur sær at nema við einum klova. Mær dámdi væl hendan hálva oyndfirðingin. Í mun til so mangar aðrar, ið ferðast á bonaðu fjalunum, dugir hann at skriva og røða og skallin er ikki bara ein eggskurn. Hóast tað neyvan ella illa ber til at kollvelta eitt so óskipað høpi sum føroyska parlamentarismu, so roynir hann at argumentera fyri royndini at klúgva Føroya løgting í tveir ásar, ein til vinstru og hin til høgru handar. Nú skal blokkpolitikkur rekast í Føroyum. Og higani og frameftir skulu Tjóðveldis- og Javnaðarflokkurin fusionerast og verða reyða alternativið til óvanliga víðgongda høgrapolitikkin, sum Fólkaflokkurin dag og dagliga rekur fram á torg við trimum størri og smærri leysamotorum hurrandi í afturfalinum.

Nú veit eg av góðum grundum ikki, hvussu nógvar leikir Jóannes helt seg hava telvað fram í spælið, táið hann varpaði greinina norður um firðirnar, men somikið durkdrivin er hann, at onkur man strategiin hava verið. Og táið onki blóð er so tunt, at tað ikki er tjykkri enn vatn, mundi ætlanin vera at reka ein lítlan fyrimun inn í rættina hjá Javnaðarflokkinum. Aksel hevur avmarkað seg á høgru hersíðu, hevur greitt og alment skvisað frá sær alt samstarv við Fólkaflokkin frameftir. Leikurin er ikki vandaleysur, og fær ikki staðið einsamallur. Hetta ger hann veikari í parlamentariska mynstrinum eftir næsta val. Tí er eitt av endamálunum við greinini helst, og tað kann nú vera, at onkur spunatrællur hevur sitið undir liðini á honum, at klúgva onkrar aðrar møguleikar av í politisku skipanini eisini. Uppí saman aftur hevur í miðlunum ljóðað, serliga í Rás2, at formaður Tjóðveldisfloksins er horvin sum døgg fyri sól, og ikki fæst at gera viðmerkingar til ávarpið hjá tvørámanninum. Fekst hesin at taka undir við konsekventa átakinum hjá Akseli, beinstevnt at útihýsa Fólkaflokkin frá øllum framtíðar samstarvi, so stóð fólkið aftur rætt á politiska talvborðinum hjá Javnaðinum, og hesin kom at liggja sum ein proppur í sævarmálanum ímillum Samband og Tjóðveldi, meðan hin nú altráðandi høgrafalanksan var sett út í skammanarkrókin.

Aksel fylgdi ikki ætlaðu slóðini hjá sínum gamla formanni, og tilvitað hevur hann nú lagt róðrið so langt á sambandsbógvin, at hann sjónliga dyrgir eftir einum løgmanssessi við Sambandinum og smáu flokkunum sum leysamotorum. Ein heimastýrissamgonga er nú heilt greitt málið hjá Javnaðinum. Nóg illa hevði Vilhelmssonur latið søta sambandsrákan fara um varrarnar, so gelur treysti politiski hanin í Skopun, og hann er ikki mjúkur at strúka, og honum í halarferðini koma so Strømmurin og onnur á Fjastorgi og øðrum sosialum miðlum og gera og geva ilt av sær, - og serliga fær Lognberg av grovfíluni, ja hann verður húðflongdur sum ein feikur fýrur av sínum egnu. Hvørjum missilin upprunaliga var ætlað, vita vit ikki, men nú eksploderaði so alt í egnum føvningi, og tilstandurin er mest álíkur hendingini, táið fregattin Peder Skram av óvart varpaði eina rakett við spreingiløðingum inn á hitt flata Sæland og pulveriseraði áleið stórthundrað summarhús í einum øki, har fólk annars taka sær av løttum. Tað kvøtti ongantíð úr Høgna Hoydal, tíbetur, og harvið er socialdemokratiski master-planurin skamfílaður í meira lagi. Hann flýtur kortini enn, og har sum lív er, er vón. Har stendur aktuella málið í løtuni.

Seta vit nú sjóneykuna niður yvir ungu politisku skipan okkara, so hevur hon ikki fylgt kendu ramsuni:

 Vinstra – høgra, vinstra – høgra,

Tað er rætta lagið !

Vinstra – høgra, vinstra- høgra,

Tað er rætta lagið !

Nú er tað væl,

So sum tað skal,

Soleiðis skulu vit ganga !

Føroyar eru eitt av fáum hjálondum, sum eftir eru í heimssamfelagnum. Harvið eru danir eisini ímillum heimsins seinastu imperialistar, og rembingarnar, sum kunnu standast av valdstøku og natúrligu ójavnvágini ímillum hjálond og hjálandaveldi fara nú sum harðir skjálvtar ígjøgnum imperialistiska mergin, táið Grønland er um at fóta sær fíggjarliga úr egnum tilfeingi. Snilda danska amboðið til at halda eftirverandi koloni´unum í egnum imperium, lokkubeitan, fíggjarligi strongurin, blokkurin, tódnar um alt gongst eftir vild, og brádliga er lynnað undir tveimum nýggjum lýðveldum í Norðurhøvum.

Vanliga politiska avleiðingin av slíkum misjavna er frælsisstríð. Oftast hava partarnir staðið so hvassir andvegis hvørjum øðrum, at riflukúlur, og tað sum verri er, hava loyst málið. Blóðslóðirnar á ymsum hermótum er fatala úrslitið av hesum serliga valdspolitikki um mørk, - um tjóðarmørk. Í Føroyum endaði frælsisstríðið avbyrgt inni í einum av dønum avmarkaðum parlamenti – á Føroya løgtingi. Haðani kom tað ikki aftur í aftur. Sum frá er liðið, líkist gamla ting okkara alt meira einum praktiskum húsavørði, sum røkir og heldur danska stásinum við líka í Føroyum. Avleiðingin er, at sjey – 7 – flokkar nú stríðast um hvussu hetta kann gerast sum frægast. Hvørjir ið eru á høgra ella vinstra ási er ein temperamentspurningur, tað at frælsisstríðið er endað í einum undirdemokratiseraðum parlamenti, vit ráða ikki fyri dømandi valdinum, viðfáningi av uttanlandspolitikkinum og bara pørtum av lóggevandi valdinum, hevur elvt til eina politiska ella partapolitiska dimensiónering, sum fløkir meira enn hon greiðir. Í hvussu er er avleiðingin, at ongin slóð í løtuni gevur minsta farran av, at stjórnarrættarligi spurningurin, loysingin um man vil – meginmálið av øllum - verður loystur innanveggja á Vaglinum.

Í hesi politisku spølkummu ætlar Jóannes Eidesgaard, at farast skal undir at reka veruligan blokkpolitikk fyri at fáa danska heimastýrið at rigga betur, enn tað ger undir høgrafalanksuni hjá Jørgen & Co. Tjóðveldisflokkurin skal líkasum gerast ein viljaleysur og geldur rambukkur í royndini hjá Javnaðarflokkinum at gerast ein uppaftur betri danskur húsavørður enn hetta regime, sum nú situr við avmarkaða valdinum. Høgni Hoydal skal eisini hevja fjarðarnar og syfta seg upp á vaglið og útbasúnera, at hann avnoktar Fólkaflokkin higani og til dómadags. Gamli socialdemokratiski formaðurin vil nú brádliga sleppa stálsettur at ganga í takt og murra ramsuna um høgra – vinstra.

Óloysta frælsisstríðið – stjórnarrættarligi spurningur tjóðarinnar – trampar runt í tingsalinum sum ein trivaligur og bulmikil fílur, sum ongin fær lívið av. Hann kámar fyri nógvum, og hevur eisini trevsað tað í tógvar lutir, sum kundi verið ein klúgving ímillum vinstra- og høgrapolitikk. Tjóðveldi t.d. er stovnað sum avleiðing av afturstignum í frælsisstríðnum eftir seinru stríðsárini. Stevna og stevnumið liggja á vinstrahalla bógnum, men fyrsta raðfestingin er frælsisstríðið og strembanin fram ímóti føroysku Republikkini, lat ongan iva vera um tað. Tann dagin flokkurin dragnar frá hesi ljósboyuni, hevur hann eisini skrætt lunnarnar upp úr lendingini, betonginum, sum hann stendur tryggur á í løtuni. Javnaðarflokkurin hevur undir verandi leiðslu lagt so nógvan sjógv ímillum hesa raðfesting og seg sjálvan, hann er sambandskari enn nakrantíð, hóast gitin í donskum hugfangi, at ongin sum helst orsøk er undir verandi umstøðum at fara undir hesa fusioneringina – vinstrahalla en bloc politikkin – sum Jóannes rør framundir. Bara orðini hjá konverteraða loysingarmanninum Sjúrði Skaale á Danatingi fyri kortum: “Jeg mener ikke at fælleskabet hverken kan eller skal opløses. Men hvis de økonomiske forudsætninger ændres – hvis olie-elefanten fx bliver fundet – så kommer der pres på. Så bliver det nødvendigt at redefinere rigsfællesskabet som et fællesskab uden økonomisk afhængighed og hvor parterne er mere ligestillede, end tilfældet er i dag”, geva greiðu ábendingina um, hvussu trupul kemiin er í vinstrahellingini, serliga tí at danska imperialisman fult og heilt hevur takholt á føroyska Javnaðarflokkinum. Tjóðveldisflokkurin kann av góðum grundum ikki vera ákavur í hesi royndini at snøgga sum frægast um danska valdið í Føroyum. Tí er ongin vón fyri at røkka pensióneraðu socialdemokratisku ”utopi´ini” í verandi støðu, als ikki.

Nógv er farið fram á politiska mótinum síðani fraklendingar plaseraðu seg høgru- og vinstrumegin í franska tingsalinum. Ivaleyst hava báðir partar sínar kvalitetir. Høgru megin situr íhaldið, sum eisini verjir áhugamálini hjá ovaru rókunum, ímeðan vinstri bógvurin hevur akslað síni skinn við lægru røkurnar í samfelagnum. Hesin dialektikkurin, har áhaldandi trýstið frá progressiva vinstravonginum á øllum mótum hevur trýst systemið til at virka fyri betri korum hjá lægru stættunum, er mesta orsøkin til vælferðarsamfeløgini á okkara leiðum. Rættvísa umfordeilingin av kollektiva fænum, mentanar- og undirvísingarpolitikkurin, sosialpolitikkurin og vinnupolitikkurin hava onkursvegna lyft materiuna hjá øllum. Tí kundi royndin eisini verið skilagóð í Føroyum, men til tað eru alt ov nógvar barrierur í kringumstøðunum í løtuni. Paternala støðan hjá danska statinum í oyggjunum er fremsta forðingin. Tað er gordiski knúturin, sum má loysast fyrst av øllum.

Manuel Azana, forseti í aðru sponsku republikkini í tríatiárunum, áðrenn falangistarnir hjá fascistinum Francisco Franco kollveltu sprettandi fólkaræði í eirindaleyst einaræði, var einaferð spurdur, um hann veruliga var av tí sannføring, at frælsi var orsøkin til eitt eydnuríkari lív hjá menniskjanum. Don Manuel svaraði prompte: ”Hondina á hjartað, tað veit eg ikki rættiliga, hinvegin er tað mín hjartans sannføring, at frælsi í minsta lagi ger menniskjað til eitt menniskja.”

Spámaðurin Jóannes Eidesgaard filosoferar um eina gylta framtíð í politiskum ófrælsi. Hetta er eitt contradictio in adjecto – ein mótsøgn í sjálvum sær. Jóannes má í Javnaðarflokkinum lynna undir, at vit sleppa undan danska/føroyska blokkpolitikkinum, áðrenn farast kann undir uppskotna en bloc politikkin í vinstrahellingini. Í einum føroyskum stati verður ikki tørvur á fleiri enn tveimum flokkum, og fílurin í tinghúsinum, sum gerst alt meiri bulmikil við tíðini, hevði verið avlívaður, og til hevði borið at rikið politikk sum tað sømir seg í einum veruligum fólkaræði, har allur rættur og full ábyrgd eru tvær alin av sama vadmali.

Raðfestingin er greið: Principalt føroyski staturin, - subsidiert en bloc politikkur báðu megin við í politisku skipanini.