Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vinnurekandi mugu tryggja grundfesti at føra ókruvdan fisk til lands

Sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, m.a. í svari til Kári P. Højgaard, løgtingsmaður 

Fer landsstýrismaðurin at taka stig til at fáa dag-gamlan fisk til lands blóðgaðan, ókruvdan í ísvatni?

Svar:

Í løtuni eru ongar ætlanir um at taka ítøkilig stig við møguligum broytingum í lóg ella kunngerð, ið áleggja fiskimonnum at hagreiða ella handfara veiðina á ávísum hátt, so sum at føra fiskin til lands blóðgaðan, ókruvdan í ísvatni.

Tó skal undirritaði kunna um, at Fiskimálaráðið við skipanini “Fiskivinnuroyndir” hevur tikið stig, ið stimbra undir at taka ókruvdan fisk til lands, eins og at fáa livur og garnar til lands í størri mun.

Í tíðarskeiðinum 2001 til 2003 varð ein verkætlan framd undir heitinum “Virðisøking av útróðrarfiski”. Frágreiðing er til skjals, sum lýsir hesa ætlan.

Ein onnur útgreining (analysa) varð framd í 2005 til 2006 undir heitinum “Ilandbringning af involde på Færøerne”. Henda verkætlan fevnir um eina sundurgreining av spurninginum, eins og hagtalstilfar um málið. Frágreiðingin er til skjals.

Í 2011 var Fiskimálaráðið í samskifti við stigtakara í Eysturoynni, ið hevði ætlanir á økinum.

Í 2015 er samskifti millum stigtakara í Suðurstreymoy og Fiskimálaráðið um eina ætlan, ið hevur til endamáls at flyta blóðgaðan, ókruvdan fisk til lands.

Sum sagt, so eru ikki ítøkiligar ætlanir um at seta serskild krøv í lóg ella kunngerð um at føra ókruvdan fisk til lands.

Fiskimálaráðið er tó, millum annað við grundarlagi í granskingarskipanini “Fiskivinnuroyndir” altíð til reiðar at stuðla undir ella virka sum ein felagi, ið kann fáa tilfar og hugskot til vega, sum kann stimbra slíkar ætlanir. Tað er tó tann vinnurekandi, sum má tryggja støðugt grundfesti í eini ætlan at føra ókruvdan fisk til lands.

Jacob Vestergaard
landsstýrismaður