Vinnumálaráðið á odda fyri heildarætlan at økja um fólkatalið og tilflytingini
Johan Dahl, landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum, setir nú gongd á arbeiðið at gera eina heildarætlan fyri at økja um fólkatalið og tilflytingina til landið. - Ásannandi, at avbjóðingin við minkandi fólkatali, vantandi tilflyting og fallandi burðaravlopi støðugt veksur, mugu ítøkilig átøk setast í verk sum skjótast at venda hesi gongdini, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður.
Landsstýrismaðurin hevur tí avgjørt at seta gongd á at upplýsa málið og við tí gera uppskot til bæði stutt- og langtíðar loysnir. Arbeiðið verður skipað við einum kjarnubólki við fýra limum, sum umboða Vinnumálaráðið, Mentamálaráðið, Vinnuhúsið og Fróðskaparsetur Føroya. Arbeiðið skal gerast í tøttum samstarvi við onnur aðalráð umframt við ein politiskan fylgibólk, sum umboðar allar flokkar á tingi.
- Hetta er eitt sera álvarsamt mál, sum heilt natúrliga má takast upp á hægsta politiska stig. Ein so ógvuslig fólkaminking, sum vit hava sæð seinnu árini, er ein avbjóðing, sum rakar meint í samfelagnum, venda vit ikki gongdini nú. Sum landsins leiðsla er tað okkara ábyrgd at taka tær stóru avgerðirnar, og vit vita, at hesar avgerðir fara at kosta. Tær fara tó neyvan at kosta ein brotpart av tí, sum tað fer at kosta verður einki gjørt.
Kjarnubólkurin hevur møguleika at kalla inn serfrøðingar, bæði úr Føroyum og uttanlands, sum kunnu geva kjarnubólkinum íblástur, vitan, upplýsingar, fatanir og hugskot, sum kunnu upplýsa máli og vera grundarlag undir møguligum loysum.
Arbeiðsbólkurin skal viðgera bæði stutt- og langtíðarloysnir, og hóast tað eyðvitað er lættari at eyðmerkja teir trupulleikar, sum objektivt kunnu staðfestast – eitt nú vantandi útbúgvingar- og bústaðarmøguleikar, ein ov einsháttaðan arbeiðsmarknað og vantandi sosialar skipanir – so er tað avgerandi, at arbeiðsbólkurin eisini nýtir tíð, orku og serfrøðingahjálp at eyðmerkja tær meira duldu og ótilvitaðu avbjóðingarnar, eitt nú, hvat tað er sum ger, at serliga kvinnur flyta úr Føroyum.
Arbeiðið skal vera liðugt 1. apríl 2013. Saman við niðurstøðunum, sum eru greiddar 1. apríl 2013, skal arbeiðsbólkurin lata landsstýrismanninum eitt yvirlit yvir tey øki, sum eiga at verða granskað nærri.