Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vinnulívsdeildin má lata upp aftur

Tað tykist mær sera løgið, at næstan eingin varpar meira ljós á okkara vinnupolitikk. Vit høvdu einaferð eina vinnulívsdeild hjá Tórshavnar kommunu, sum tíanverri er niðurløgd.

Hetta er ein skandala fyri bý okkara. Tí henda vinnudeild var bindiliðið hjá okkum býráðsvaldu og umsiting út til vinnulívið. Serliga um vit skulu hava eina framhaldandi vælferð av ymiskum vinnuligum og sosialum tænastum, er tað neyðugt, at vit sum kommuna hava eina vinnulívsdeild, sum kann hjálpa fólki at fáa gongd á tað fyritaksemi, tey hava brúk fyri.

Tað er alneyðugt, at vit stuðla undir okkara vinnuvirksemi. Í londum rundan um okkum, er tað sera kærkomið at fólk, sum hava ymisk vinnu-hugskot, verða hjálpt frá kommunalari síðu við at koma í gongd við eitthvørt, sum kann geva framburð, arbeiði og harvið fáa vit eisini fólkavøkstur.

Uttan eitt skapandi vinnulív hava vit heldur ikki fyritreytir fyri øktari vælferð, soleiðis er tað bara. Her hjá okkum tykist tíverri at vera øvugt. Hetta merkja vit eisini í dag, har eitt nú Bacalao er niðurlagt meira ella minni.

Somuleiðis eru alt ov lítið samband millum vinnuna, sum enn er eftir her í Tórshavnar kommunu. Tað er neyðugt við einari skapandi vinnu-framleiðslu av øllum slagið í okkara kommunu. Um vit í Tórshavnar kommunu ikki vera við til at stuðla undir verður endin, at vit bert hava mentan og almenn arbeiðspláss eftir í Tórshavnar kommunu.

Vit skulu hava pláss fyri øllum virksemi, bæði almennum og privatum virksemi. Tá eru vit á rættari leið. Tí fari eg at arbeiða fyri, at okkara vinnulívsdeild verður latin upp aftur.

Vh

Levi Mørk,

býráðslimur