Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vinnulívið fær betri karmar á Eystaru bryggju

Tíðindaskriv: Tórshavnar býráð hevur samtykt at betra karmarnar fyri vinnnulívinum, sum virkar á økinum hjá Tórshavnar havn. Besti møguleiki at betra munandi um umstøðurnar á eystaru bryggju, er at leingja molan á Skansabryggjuni, og at víðka verandi økið suðureftir og eystureftir, so pláss verður fyri vaksandi bingju- og ferðafólkaflutninginum.

Vinnunevndin hjá Tórshavnar býráð samtykti 30. mai 2013 at fara undir at byggja Skansabryggjuna út. Nevndin hevur leingi arbeitt við málinum um plásstrot á eystara keiøki og at geva vinnulívinum betri karmar, og samstundis við framtíðini í huga skapa møguleikar fyri nýggjum, og í føroyskum høpi ótroyttum virksemi. Málið skal fyri aðrar myndugleikar at taka støðu til, áðrenn byrjast kann, m.a. skal byggisamtyktin broytast og friðingarmyndugleikarnir skulu góðkenna ætlanina.

Vinnunevndin hevur síðani árskiftið arbeitt við hesi ætlan, og hevur ráðført seg við tey, sum í dag hava virksemi á Eystaru bryggju. Sjúrður Olsen, formaður í vinnunevndini sigur, at býráðið við hesi avgerð byggir inn í framtíðina. Ætlanin er at gera umstøðurnar betri fyri tey, sum longu eru har, men eisini at gera tað lokkandi fyri nýtt virksemi, sum í dag leitar sær til havnir í øðrum londum.

Seinasta stóra havnaútbyggingin í Havn var liðug í 1997, tá uttasti parturin av Molanum varð breiðkaður. Hendan útbyggingin bleiv gjørd í tøkum tíma, tí bingjuflutningurin er støðugt vaksin síðan. Síðan tá er havnarlagið í Kollafirði munandi útbygt. Útbyggingarnar í Kollafirði og á Oyrareingjum hava skapt nógv virksemi. Tørvurin á størri útbyggingum har er ikki átrokandi í løtuni, men hann kann vísa seg seinni.

Undantikið tað, sum verður uppskipað á Oyrareingjum, kemur mesta av innflutninginum, sum kemur við bingjum og treylarum, um bryggjuna í Havn. At bingjuhavnin liggur her ger, at flutningurin til nógv tann størsta partin av brúkarunum er lutfalsliga stuttur. Virksemið á Eystaru bryggju veksur støðugt. Tí er millum annað neyðugt at dýpa fram við Eystara mola og at víðka innsiglingina, so til ber at fáa størri bingjuskip at bryggju. Hetta merkir eisini, at fleiri av stóru ferðamannaskipunum, sum sigla á okkara leiðum, kunnu koma til bryggju.

Nógv virksemi er á keiplássinum, serliga um summarið, tá nógv ferðamannaskip og bingjuskip koma á Havnina samstundis. Tí er trupult at økja verandi virksemi ella at bjóða seg fram til nýtt virksemi, fyrrenn karmarnir eru víðkaðir. Økið til bingjur og trailarar verður við hesi útbygging størri, so arbeiðsgongdin á økinum verður munandi lættari.

Samstundis verður økið til avgreiðslu av ferðafólki og bilum víðkað, soleiðis at til ber at umskipa økið rundan um farstøðina, so at betri pláss verður til tey ferðandi. Besti møguleiki at betra munandi um umstøðurnar á Eystaru bryggu er tí at leingja molan á Skansabryggjuni, og at víðka verandi økið suðureftir og eystureftir.

Eitt samt býráð gjørdi í gjárkvøldið av at taka undir við tilmælinum frá vinnunevndini. Heðin Mortensen, borgarstjóri sigur, at samtykt er at seta eina bygginevnd, sum skal gera eina byggiskrá, og beinanvegin seta í verk eina árinskanning, gera hydrauliskar kanningar og útvega neyðug loyvi. Bæði kanningar og fyrireikingar verða goldnar av íløgukarminum hjá Tórshavnar havn og taka væntandi umleið eitt ár.

Borgarstjórin og vinnunevndarformaðurin eru á einum máli um, at hetta er rætt og neyðugt stig at taka, at tryggja høvuðsstaðnum og harvið øllum Føroyum ein enn størri leiklut í framtíðar, støðugt vaksandi virkseminum í Norðuratlantshavi. Teir leggja aftrat, at øll útbyggingin eisini verður gjørd við neyvum atliti til møguligum nýggjum vinnum – eitt nú eini framtíðar oljuvinnu, eini skjótt vaksandi ferðavinnu og ikki minst trivnaðinum hjá borgarunum í økinum.