Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vinnuligar fiskiroyndir eftir makreli í 2012 - umsóknarfreistin er 22. juni 2012

Í kunngerðini um skipan av fiskiskapinum eftir makreli í 2012 eru 8.000 tons av makreli sett av at kunna verða nýtt til vinnuligar makrelroyndir og verkætlanir og at nýta í samráðingum um fiskirættindi við onnur lond.

Tey, sum ætla at fáa lut í kvotuni til vinnuligar makrelroyndir, skulu skrivliga søkja Fiskimálaráðið um hetta. Umsóknir skula vera Fiskimálaráðnum í hendi í seinasta lagi 22. juni 2012. Bert fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu fáa lut í royndarkvotuni.

Umsóknirnar skula lýsa endamálið við royndunum, tíðar- og kostnaðarætlan fyri royndirnar, eins og grundgevast skal fyri tí kvotunøgd, sum søkt verður um. Eisini skula upplýsingar latast um reiðskap, útgerð og leiðir.

Umsóknir, sum eru Fiskimálaráðnum í hendi rættstundis, og sum lúka formligu krøvini, verða sendar Havstovuni ella øðrum serkønum til ummælis. Í viðgerðini og ummælum av umsóknum verður dentur serliga lagdur á menningar- og nýskapanarvirði í royndunum.

Tey, sum longu hava søkt Fiskimálaráðið um at fáa makrelkvotu til vinnuligar veiðiroyndir, nýtast ikki at senda nýggja umsókn. Umsøkjari eigur tó at tryggja sær, at tær upplýsingar, ið kunngerðin krevur, eru latnar Fiskimálaráðnum, innan umsóknarfreistin er úti.