Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Á myndini síggjast Annfinnur Hjelm, samskipari hjá Tòrshavnar havn, sum legði ætlanina fram, Halla Samuelsen og Bjørghild Djurhhus, báðar limir í vinnu- og trivnaðarnevndunum, Sjúrður Olsen, formaður í vinnunevndini, Heðin Mortensen, borgarstjóri, Jónsvein Lamhauge, havnarfúti, og Ingibjørg Berg, kommunustjóri.

Vinnuhúsið Vestara Vág verður veruleiki

Tórshavnar havn bøtir um karmarnar og styrkir avriksførið hjá fyritøkum.

Í ov langa tíð hevur virksemið hjá fyritøkunum, ið leiga í saltsølubygninginum, verið merkt og órógvað av umvælingararbeiði. Hetta hava verið neyðugar ábøtur, tí talan er um ein eldri sermerktan bygning, ið hevur húsað nógvum virksemi gjøgnum árini. Alt vinnuvirksemið hevur broytt bygningin, ið m.a. hevur fingið nýggjar útsíður, nýggj vindeygu og nýtt tak.

Nú tað líður so væl at umvæla saltsølubygningin uttan, verður í næstum farið undir at projektera bygningin innan. Í hesum sambandi verður dentur lagdur á felagsloysnir fyri verandi og komandi leigarar.

- Vit hava nógv arbeiðspláss, ið hava samband við sjógvin, hetta gevur okkum føroyingum sera nógva vitan innan tað, ið fyriferst á sjónum, í sjónum og við sjógvin. Hetta er ein styrki, sum vit halda vit skulu byggja víðari uppá. Tí ætlar Tórshavnar havn at samantvinna vitan við góðar fysiskar karmar, til gagns fyri alt tað føroyska samfelagið, sigur Tórshavnar havn í tíðindaskrivi.

Hetta verður gjørt við at skapa “Vinnuhúsið Vestara Vág”. Í “Vinnuhúsinum Vestara Vág”, kunnu fyritøkur húsast, ið virka innan til dømis oljuvinnu, offshore, edling av fiskavørum, havtøkni, marknaðarføring av sjóvinnu, havkanningar, reiðaravirksemi, biotøkni, konsulentvirksemi, aling og gransking, KT-menning til sjóvinnu, íverksetan og ymiskt skeiðvirksemi.

Fyrimunirnir við at húsast í “Vinnuhúsinum Vestara Vág” eru fleirfaldir. Um hugt verður fyrst eftir teimum ítøkiligu fyrimununum, so eru hesir m.a.

• Felags fundar- og ráðstevnumøguleikar

• Felags post, kopiering og print

• Felags matarhøll

• Felags telefonansan

• Felags reingerð

• Felags alnetsamband

• Atgongd til altjóða vitan og fundarhøli uttanlands

Harumframt eru aðrir minni ítøkiligir fyrimunir:

• Netverk til aðrar í vinnuni

• Vitanardeiling

• Ein inngongd hjá møguligum íleggjarum

• Vakurt nýinnrættað umhvørvi at bjóða sínum kundum

Sostatt verður hetta staðið, har vitan miðsavnast. Hetta ger, at smærri fyritøkur í størri mun kunnu nýta sínar kjarnuførleikar og bert í minni mun nýta tíð til umsitingarligt arbeiði.

Formaðurin í Vinnunevndini í Tórshavnar kommunu fegnast um hetta framtak. - Hetta fer at geva privatu vinnuni fantastiskar karmar at virka undir, fyritøkunar innan maritima økið eiga at taka av hesum møguleikanum, sigur Sjúrður Olsen.

Eisini vil “Vinnuhúsið Vestara Vág” virka fyri, at limir hava møguleika fyri altjóða samstarvi. Hetta verður framt við, at nýggja vinnuhúsið gerst limur í Enterprise Europe Network. Harumframt arbeiðir “Vinnuhúsið Vestara Vág” við at skapa atgongd til líknandi altjóða virkishús, ið trygt kunnu veita holla ráðgeving á ymiskum landafrøðisligum marknaðum.