Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vinnuhúsið einaferð enn

Grein okkara um Vinnuhúsið, mundi helst raka nakað meint, í øllum føri vóru bæði formaðurin í FAG, og stjórin í Vinnuhúsinum frammi.

Lat meg siga beinanvegin, at vit sjálvandi eru samdir um, at lønarskatturin í Føroyum er ov høgur, og tí má setast niður. Tað at ávirka skattaskipanina er tó ikki okkara borð, men verður stýrt politiskt. Tað Vinnuhúsið kann gera nakað við er at syrgja fyri, at lønin er til at liva av, eins og at onnur viðurskiftir eru góð. 

Hetta var boðskapurin í okkara grein, men tað sýnist sum um, at Vinnuhúsið bara tosar uttanum.

Í aftursvari teirra vísa tey m.a. á, at tað ikki er rætt, sum vit føra fram um lønarmunin. Tey vísa á, at hann ikki er 11% men 15%. Til tað er at siga, at tað veldst um, hvat fyri vinkul ein sær tað frá. Lønarmunurin vit hava at eta og liva fyri her og nú er bert 11% og haldi eg , at tað er tað vit mugu fyrihalda okkum til. Eftirlønin er nakað vit skula liva av tá vit blíva gomul, um vit eru so heppin, og er fyri so vítt órelevant í hesum høpi.

Tá tað kemur til lønarlagið hjá einum handverkara undir útbúgving, so fær ein lærlingur undir handverkaraútbúgving í meðal 9.613 kr. um mánaðin í lærutíðini (12.299,50 kr. fjórða árið). **Harumframt hevur hann sum oftast tryggjað starv eftir lokna útbúgving. Um samanborðið verður við onnur, undir útbúgving t.d. lærarar, námsfrøðingar ella lesandi á Fróðskaparsetrinum so fáa hesi 3.815 kr. um mánaðin, meðan tey eru undir útbúgving. Hesi hava einki starv, tá útbúgvingin er liðug. Sitat:Vinnuhúsið.

Hetta er heldur ikki heilt rætt. Lønin hjá 1. árs lærlingi er 32% av sveinaløn á 134,44 kr. Hetta gevur 344,16 kr. pr. dag x21=7227,36 kr. mánaðin. Lærlingar í dag, kunna ikki samanlíknast við lærlingar fyri 20/30 árum síðani. Fyrr var tað vanligt, at ein lærlingur byrjaði sum 15 ára gamal. Tað ber ikki til í dag. Vanliga er ein lærlingur í dag u.l. 18 ára gamal, og hevur í fleiri førum aðrar skildir, at røkja.Ein eigur heldir ikki at gloyma,at meistarin í nógvum førðum fakturerar fulla løn fyri lærlingin,og harvið hevur eina inntøku av honum.

Perir og bananir
Henda samanberðing er sum at samanbera perir og bananir. At pástanda, at lærlingar hava tryggjað starv eftir lokna læru, er ein sannleiki við modifikatiónum. Tað er nevniliga ein stórur partur av teimum, sum mugu finna sær starv aðrastaðni enn hjá lærumeistaranum. Hví tað er so kann ein so bara gita um. Síðani tosa tey um lønarmunin millum handverkslærlingar og onnur t.d. lærarar, og námsfrøðingar og lesandi á Setrinum. 

Hertil er at siga, at ein handverkslærlingur er sáttmálabundin 40 tíma viku í 4 ár, meðan lærarar, námsfrøðingar og onnur lesandi er undir Studna/SU, og eru sum so ikki sáttmálabundin. At hesi ikki hava nakað starv at fara til, eftir lokna útbúgving, kundi verðið tekin um, at útbúgvingarskipanin hevur ein trupulleika, tí um hesin pástandur er rættur, útbúgva vit hesi fólk til arbeiðsloysi, meðan stórur tørvur er á handverkarum,og fyri alt tað,hví skula handverksútbúgvingar samanlíknast við miðnámsútbúgvingar?Ein handverksútbúgving er lopfjøl til verkfrøði o.a. og skal síggjast í tí ljósinum.

Men út frá hesum kann ein staðfesta, at FAG/Vinnuhúsið metir lønarmunin verða ríkiliga stóran sum er. Her eru vit so ikki samdir tí vit meina, at munurin eigur at verða minst 25%. Hetta er sjálv kjarnan í trupulleikanum. Handverkarar, sum starvast uttanlands, eru á einum máli um, at lønin í Føroyum er alt ov lítil í mun til uttanlands. Tá hesir persónar, sum hóast alt starvast innan økið úttala seg og vísa á trupulleikan er tað baðið vantandi virðing og arogansa frá FAG, tá tey pástanda nakað annað. Vit eru vitandi um, at fleiri handverksmeistarar, sum hava somu áskoðan sum vit. Hesir sláa bara ikki ígjøgnum í Vinnuhúsinum við sínum meiningum.

FAG sigur eisini í greinini, at vit heldur skuldu tikið saman hendur við teimum og okkara limum, sum arbeiða og gjalda skatt í Føroyum og arbeitt fyri at skipa viðurskiftini soleiðis, at tað ikki er skattur, sum er orsøkin til, at føroysk vinna ikki er kappingarfør um dugnaligu føroysku arbeiðsmegina. Harumframt saman við FAG at arbeitt fyri, at lærlingaútbúgvingarnar í Føroyum gerast góðar og spennandi hjá ungdóminum at velja. Her kundi FAG veruliga gjørt ein mun við, at víst lærlingum á eina góða løn eftir lokna útbúgving. Lat ongan iva verða um, at vit arbeiða fyri okkara limum hvønn dag eisini lærlingunum. Tað er nettupp grundin til greinina hjá okkum. Vit royna at vísa á, at tað ikki bert er lønarskatturin, sum er avgerandi, men fleiri aðrir faktorar so sum løn, frítíð og trygd o.a. At FAG ikki skilir argumentini hjá okkum ber boð um, at tey ikki hava sett seg inn í tingini.

Ynskiligt hevði verðið, at FAG helt seg til tað aktuella máli og vístu vilja til at loysa tað heldur enn at fara í skotgrøvina at kasta runu eftir teimum sum ditta sær at hava aðra áskoðan enn FAG. Vit kenna einki til, at teir nógvu limirnir hjá FAG starvast uttanlands og tó, onkur hevur nokk verðið ígjøgnum okkara felag, og má tað metast at verða ein staðfesting av okkara pástandi. Vit hava fleiri limir í starvi uttanlands og vit lurta og hoyra teirra sjónarmið hesum viðvíkjandi. At FAG kemur og pástendur nakað annað er manglandi virðing ella vitan um hendan lønarbólk.

FAG vísir eisini á, at útlendingar fáa sáttmálabundna løn sum fyriskriva. Føroyingar fara uttanlands til eina munandi hægri løn, og tí er okkara pástandur tann, at við at hava útlendingar í starvi kann lønin haldast á hesum lága støði. ”Ùtlendingar gremja seg ikki á sama hátt”. Hetta átti ikki at verði so ringt at fata. Viðvíkjandi teimum avbjóðingum vit nevndu skal sigast, at tað saktans kunnu uppstanda trupulleikar um uppihaldsloyvi ikki er burtur. Til tað krevst bert, at vit innflyta nokk av arbeiðsmegi við ymiskum sjónarmiðum, mentanum og bakgrund. Vit hava ikki sagt, at so verður men bert víst á vandan í hesum. At so onkur “hissini” útvarpsmaður leggur meg undir fremmandahatur, má standa fyri hansara egnu rokning, tí tað er á ongan hátt í tráð við veruleikan.

Tað hevði hann nokk eisini funnið útav um hann hevði tíma at gjørt sítt heimaarbeiði og lisið greinina sum hon var.

Eli Brimsvík, formaður
Havnar Handverkarafelag.