Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vinnuhúsið ein góður samstarvspartnari

- Málið hjá Vinnuhúsinum er vælferð og vøkstur, og tit røkja hesa uppgávu væl. Við tykkara vitan, førleikum og tænastum, arbeiða tit støðugt við at betra kappingarførið og korini hjá vinnuni, og við hesum stásiliga húsi hava tit eisini fingið best hugsandi karmar og fortreytir at skapa framburð og vøkstur í vinnuni, Tórshavnar kommunu og øllum Føroya fólki at frama.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, legði fyri við at ynskja hjartaliga tillukku við stásiligu húsunum, sum eru einki minni enn eitt prýði fyri býin og ynskti blíðan byr uppi á Óðinshædd!

- Eg skal síðan kommununar vegna takka tykkum fyri gott samstarv, takk fyri, at tit altíð eru at heita á, og altíð eru fús at samskifta við okkum um áleikandi mál og ætlanir. Okkara visjón í kommununi er at skapa karmar, so vinnan trívist – bæði her í høvuðsstaðnum og í øllum Føroyum. Tí hevur eitt gott samstarv við Vinnuhúsið stóran týdning fyri okkum.

- Um vit ikki trúgva uppá okkum sjálvi - hvør skal so trúgva uppá okkum?

- Vit gingu saman við Vinnuhúsinum um átakið "Vit velja Føroyar". – Fyrsta stigið til hetta átak átti Vinnuhúsið, og eg haldi meg kunna siga, at longu nú síggja vit, at negativi hugburðurin er vendur nakað, so fleiri velja Føroyar. Góða tøkk eiga tit fyri hetta.

- Endamálið hjá Vinnuhúsinum liggur ikki so langt frá okkara visjón á vinnuøkinum. Kjarnin hjá feløgunum, sum tit í Vinnuhúsinum umboða, er at tryggja, at føroyskt vinnulív hevur teir bestu møguleikarnar fyri at kappast, mennast og framleiða. Harafturat tryggja tit, gjøgnum samráðinginar og sáttmálar, góðar og støðugar karmar fyri vinnuna.

- Vinnulívið er drívmegin í okkara samfelag, og vøkstur og framburður eru grundað á eitt tætt samstarv og framtakshug millum vinnu, land og kommunur.

- Vit hava tørv á áhaldandi at betra um vinnuligu karmarnar, at menna nýggjar vinnur og at skapa fortreytirnar fyri góðum vakstrarlíkindum fyri verandi vinnur.

- Harafturat mugu vit menna førleikar, við nýggjum útbúgvingartilboðum og dygdargóðum granskingarumhvørvi, soleiðis at vit kunnu leggja lunnar undir nýhugsan og nýskapan.

- Tað eru nú góð 4 ár síðan, at Tórshavnar býráð samtykti visjónina um okkara høvuðsstað sum ein vakstrardepil í Norðuratlantshavi.

- Síðan tá hava vit arbeitt við ítøkiligum arbeiðsætlanum, sum taka støði í visjónini: Okkara høvuðsstaður – virkin og vakin.

- Vit settu okkum nøkur ítøkilig mál á vinnuøkinum. Vit vildu geva vinnulívinum góð vakstrarlíkindi, vit vildu skapa ein fjølbroyttan og alheimsgjørdan bý við upplivingum, avbjóðingum, mennandi útbúgvingartilboðum og altjóða granskingarumhvørvi.

- Málið við nýggju kommunuætlanini, sum er eitt ítøkiligt amboð at stýra eftir fram móti 2030, er at skapa grundarlag fyri vøkstri í Tórshavnar kommunu og í Føroyum sum heild. Hugsjónin er, at ein búskaparliga sterkur høvuðsstaður fer at hava við sær vøkstur í øllum Føroyum.

- Eitt mál er at skapa túsund nýggj arbeiðspláss í Tórshavnar kommunu. Hetta gera vit við áhaldandi at byggja upp fleiri tænastur og betra um karmar, bæði til verandi og komandi vinnulív.

- Okkara mál er, at høvuðsstaðurin gevur nýggjum og altjóða vinnum - og vinnum, sum hava djúpar røtur her, góð vakstrarlíkindi. Tað eru vit, sum saman við tykkum, mugu skapa karmarnar og skapa tær bestu fortreytir fyri vinnumenning og fólkavøkstri og at hugsa menning og íverksetan inn í at kalla øll mál, sum hava við trivnað og arbeiðsskapan at gera.

- Tann seinasta ætlanin, sum er blivin til veruleika, er Nýskapanarhúsið Hugskotið hjá Tórshavnar kommunu, sum læt dyrnar upp tann 1. apríl í ár, og longu er fult av íverksetarum, sum dagliga sita og arbeiða við sínum hugskotum.

- Nýhugsan og íverksetan hevur alt at týða fyri okkum. Tí tað er høvuðstreytin fyri trivnaði og at framfýsin fólk velja Føroyar fram um lokkandi útlandið.

- Vit eru ígongd við fleiri aðrar ítøkiligar ætlanir. Í løtuni útbyggja vit vinnuøkið á Skarðshjalla, har møguleiki verður fyri fjølbroyttari vinnu. Vit eru í gongd við at gera Sjóvinnuhúsið liðugt, sum skal miðsavna maritima vinnu og gransking.

- Tórshavnar Havn skal nútímansgerast. Vit skulu hava størri samanhang millum Tórshavnar havn og sjálvan býin, Tórshavnar havn skal hava meiri rúmd fyri øllum neyðugum vinnuvirksemi og pláss til útbygging, her hava vit serligt atlit til farma- og ferðavinnuna og atknýtt vinnuvirksemi í sambandi við oljuvinnu.

- Hetta verður ikki gjørt í kapping við aðrar havnir í Føroyum, men fyri at fjálga um ta vinnu, sum longu er á økinum, og teir vakstrarmøguleikar, sum ikki eru í Føroyum í dag.

Við hesum ítøkiligu ætlanum vóna vit í Tórshavnar kommunu at leggja lunnar undir eitt virkið og vakið vinnulív øllum Føroyum at frama.

- Málið hjá tykkum í Vinnuhúsinum er vælferð og vøkstur, og tit røkja hesa uppgávu væl. Við tykkara vitan, førleikum og tænastum, arbeiða tit støðugt við at betra kappingarførið og korini hjá vinnuni.

- Við hesum stásiliga húsi hava tit eisini fingið best hugsandi karmar og fortreytir at skapa framburð og vøkstur í vinnuni, Tórshavnar kommunu og øllum Føroya fólki at frama.

- Við hesum vil eg ynskja tykkum øllum í Vinnuhúsinum, Arbeiðsgevarafelagnum, vinnugreinafeløgum og limafyritøkum hjartaliga tillukku við nýggja og stásiliga Vinnuhúsinum og blíðan byr frameftir, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.