Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vinnuforum við fyrrverandi stjóranum í Google Europe

28. oktober skipar Hugskotið saman við Tórshavnar kommunu fyri Vinnuforum í Sjóvinnuhúsinum. 
Vinnuforum er eitt afturvendandi tiltak og evnið hesaferð er íverksetan innan talgilding.
 
Fyriskipararnir bjóða inn til ein spennandi seinnapart í Kongshøll, har høvi verður at hoyra fyrilestur við fyrrverandi stjóranum í Google Europe, Ben Legg. Harumframt verða fleiri stuttar, spennandi framløgur frá føroyskum íverksetarum.

TALGILDA TÍN BÝ
Seinastu vikurnar hava Hugskotið og Tórshavnar Kommuna skipað fyri einum íverksetaradíkjara undir heitinum “Talgilda tín bý”. Talan er um eitt tiltak fyri íverksetarar og smærri fyritøkur, sum er skipað sum ein sonevndur “start up accelerator”, har ferð verður sett á menningina av luttakandi verkætlanum í sjey vikur. Níggju verkætlanir hava luttikið í “Talgilda tín bý”, og fleiri av teimum fara at hava stuttar, spennandi framløgur á Vinnuforum.

BEN LEGG
Fyrilesturin á Vinnuforum hesaferð er frá Ben Legg, sum er fyrrverandi stjóri í Google Europe.
Ben Legg hevur harumframt havt leiðandi størv innan sølu og marknaðarføring hjá Coca Cola. Eisini hevur hann verið forstjóri í fyritøkuni AdParlor, sum er samstarvsfelagi hjá m.a. Facebook, Instagram, Twitter, Snapchat, Pinterest og LinkedIn og hevur kundar sum Amazon og Starbucks. Ben Legg er harumframt rithøvundur og hevur skrivað bókina Marketing for CEOs: Death or Glory in the Digital Age. 
Ben Legg hevur búð í 9 londum, starvast í 60 londum og vitjar nú Føroyar fyri fyrstu ferð.

Vinnuforum verður í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum 28. oktober frá kl. 13:00 - 15:30. Aftaná tiltakið verður ábit og netverkan.

Til ber at tekna seg á: https://hugskotid.fo/skrseting-vinnuforum

Tiltakið er ókeypis, og tað er avmarkað atgongd. Freistin at tekna seg er 25. oktober.