Vinnuferðavinnan skal trífaldast
Ein nógv størri partur av føroyskari ferðavinnu skal vera vinnuferðavinna. Tað er høvuðsboðskapurin í frágreiðingini ”Vinnuferðavinna – tilmæli um, hvussu Føroyar gerast eitt burðardyggari ferðamál,” sum Vakstrarforum almannakunngjørdi fríggjadagin, 4. marts.
Vakstrarforum hevur gjørt av, at ferðavinna skal raðfestast sum vakstrarøki, og setti ein arbeiðsbólk at arbeiða við tí áðrenn jól. Arbeiðsbólkurin sær fyri sær, at vinnuferðavinna, sum í dag hevur eitt virði á 360 mió. kr. kann trífaldast. Føroysk ferðavinna skal tilsamans í 2030 hava ein umsetning á tvær milliardir krónur, og tá skal vinnuferðavinna standa fyri helvtini, sum er ein milliard.
Skal hetta málið røkkast mælir bólkurin til, at ein eventskrivstova verður sett á stovn, sum kann leggja lunnar undir eina størri vinnuferðavinnu, og kann økja um eftirspurningin uttanlands at halda fundir og ráðstevnur í Føroyum.
Vinnuferðavinna verður mett at vera sosialt og umhvørvisliga burðardyggari enn vanlig ferðavinna. Vinnuferðagestir vitja uttanfyri háárstíð, tá ið ferðavinnan hevur mest tørv á gestum. Tey leggja nógvan pening eftir seg og koma við vitan og netverki til landið.
"- Vit skulu breiðka grundarlagið undir ferðavinnuni, soleiðis at fólk í Føroyum kunnu liva av vinnuni alt árið. Fáa vit fleiri vitjanir um heystið, um veturin og um várið, verður ferðavinnan meira umhvørvisliga og sosialt burðardygg. Og so fáa vit eisini meira burtur úr í krónum og oyrum.
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.
Les frágreiðingina her.