Vinnudagurin 2021
Í ár hittist vinnan aftur til samveru og íblástur á Vinnudegnum
Endamálið við Vinnudegnum er at savna vinnuna til íblástur og til óformliga samveru við kundar, veitarar og samstarvsfelagar.
Vinnudagurin er hátíðardagurin hjá føroysku vinnuni, har umboð úr vinnuni savnast til áhugaverdar fyrilestrar og sosiala samveru, og ikki minst verða Ársins Virki og Vinnuátakið kosin.
Føroya Arbeiðsgevarafelag skipar fyri Vinnudegnum, sum í ár eins og undanfarin ár verður hildin í snøggu kørmunum í Norðurlandahúsinum. Veitslan í ár verður hildin í í hugnaliga umhvørvinum við Rættará í Müllers Pakkhúsi, Skeiva Pakkhúsi og umborð á Westward Ho.
Skráin í ár er fjølbroytt.
Høvuðsfyrilestrahaldarin í ár verður Kjell Bjordal, fyrrverandi samtaksstjóri í EWOS Gruppen og Glamox-gruppen, og nú m.a. formaður í Nordlaks samtakinum og Norges forskningsråd HAV. Á Vinnudegnum fer hann undir heitinum ‘Naturbasert verdiskapning – navigation i den grønne jungle’ at røða um krøv og rák á burðardygga økinum, sum kann hava týdning fyri eina fiskivinnutjóð sum okkara, eins og hann fer at koma inn á vinnuligu møguleikarnir í hesum høpi.
Samrøða verður við Martin Tvede Zachariasen, rektara á IT-Universitetinum, sum fer at snúgva seg um hvussu vit brynja okkum til talgilda samfelagið.
Inga Hlín Pálsdóttir, ráðgevi og fyrrverandi stjóri á Visit Iceland, Promote Iceland, greiðir frá, hvussu landsins samstarv, samskifti og leiðsla er broytt seinastu árini í mun til tær kreppurnar, sum hava verið landinum síðani 2008 - bankakreppan í 2008, eldgosið í 2010 og nú Covid-19.
Í ár verður aftur kjak á skránni. Í kjakinum luttaka Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, Sonja Jógvansdóttir og Marita Rasmussen. Heitið á kjakinum er Hvussu manna vit størvini í Føroyum? Brynhild Thomsen stýrir kjakinum og leiðir okkum eisini gjøgnum dagin. Johnny í Grótinum hevur eina innleiðandi framløgu til kjakið.
Høvið verður eisini at uppliva sera stuttliga íslendska skemtaran Ari Eldjárn. Summi kenna helst framførslu hansara á Netflix ‘Pardon my Icelandic’.
Skrá fyri Vinnudagin 2021 sæst her
Vælkomin til Vinnudagin 2021