Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vinnarin funnin av politisku tippingi á Fólkafundinum 2012

Á Fólkafundinum 2012 í Hoyvíkshølllini 20. og 21. sept. 2012 var kapping har tey vitjandi høvdu møguleika at tippa um nøkur komandi mál á politiska leikvøllinum..

Í fyrsta spurningi varð spurt um hvat øki fór at fáa størri játtan á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2013: heilsumál ella útbúgving og gransking. Her var rætta svarið heilsumál.

Næsti spurningurin var viðvíkjandi uppskotinum hjá Framsókn og Tjóðveldi um nýggja stjórnarskipan. Málið kom ikki til viðgerðar á tingi í táverandi líki, tí er hesin spurningurin farin úr kappingini.

Í triðja spurninginum varð tippað um hvussu nógv orð Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, nýtti í síni nýggjárstalu 2012/2013. Løgmaður nýtti 1644 orð.

Vinnarin av tippikappingini gjørdist Hanna Andriasdóttir. Hon gitti at heilsumál fekk størri játtan enn útbúgvning og gransking, og hon var tættast um at gita orðini hjá løgmanni. Hon gitti 1600 orð! Hanna vinnur eitt gávukort á 2000 kr. frá Føroya Bjór.

Høvuðsfyriskiparnir, Ólavur í Geil Guttesen og Jóhannes Miðskarð, siga, at fyrireikingarnar til Fólkafundin 2013 eru farnar í gongd, Fólkafundurin 2013 verður hildin 20. og 21. september. Tó er ikki avgjørt enn hvar Fólkafundurin 2013 verður hildin. Meira fæst at vita um fólkafundin á facebook.com/folkafundurin