Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vinnarin av hugskotskappingini verður funnin

AVBJÓÐING: Landverk skipaði frá síðst í desember 2012 og hálvt ár fram fyri eini hugskotskapping til verkætlanir, sum stovnurin møguliga kann fara undir at fremja. Her fingu lesandi, nýútbúgvin og onnur við áhuga fyri virkisøkjunum hjá Landsverki, møguleika fyri at gera seg galdandi í eini kapping um verkætlanir, ið antin eru nýskapandi ella stuðla undir menning av verandi virkisøkjum. Hósdagin 18. juli verða trý hugskot løgd fram fyri dómsnevnd og øðrum áhugaðum, eins og vinnarar av kappingini verða funnir.

Hugskotskappingin er liður í einum átaki um at fáa útisetar heim til Føroya at arbeiða, og varð skotin í gongd í sambandi við Jobmatch 2012, sum seinnu árini hevur verið fyriskipað í Mullers Pakkhúsi millum jóla og nýggjárs.

Undan Jobmatch varð nógv kjakast um fráflyting, og hvussu almennu Føroyar og føroysk arbeiðspláss kundu vera við til at gera Føroyar til eitt meira áhugavert stað at búgva í. Í hesum sambandi ynskti Landsverk at gera sítt til at koma í samband við lesandi og onnur áhugað. Við hugskotskappingini vildi stovnurin geva serliga ungum lesandi og nýútbúnum innlit í ábyrgdarøkini hjá stovninum og vísa á ymiskar starvsmøguleikar.

Sjálvt um leiðslan á Landsverki heldur, at undirtøkan hjá lesandi, nýútbúnum og øðrum við góðum hugskotum og áhuga fyri virkisøkjunum hjá stovninum, kundi verið størri, so eru kortini góð hugskot komin inn, ið øll stuðla undir virkisøkini hjá stovninum og nema við nøkur viðurskifti, ið stovnurin longu er í holt við at betra. Tey, ið leggja síni uppskot fram hósdagin, eru:

- Sonni Seyer, ið fer at greiða frá hugtakinum Lean í byggiverkætlanarleiðslu.

- Theresa Jákupsdóttir, ið við útgangsstøði í einari pendlarakanning fer at greiða frá, hvussu bilferðslan kann minkast.

- Eyðun Eliasen, ið ferð at tosa um útsýnispláss kring oyggjarnar.

Tiltakið verður á høvuðsskrivstovuni hjá Landsverki á Tinghúsvegnum 5 kl. 15.00 – 17.30. Øll áhugað eru vælkomin at lurta.