Vinnararnir av teknikappingini funnir
Úrslitið av teknikappingini.
Í sambandi við Tryggari internetdagin tann 7. februar 2012 skipaði Dátueftirlitið saman við Býarbókasavninum fyri teknikapping fyri børn í forskúlaaldri. Allir barnagarðar og forskúlar í landinum vóru kunnaðir um tiltakið og fingu eina skabelón, sum ímyndaði eina farteldu at tekna á.
Samanumtikið má sigast, at børnini hava tikið sera væl undir við teknikappingini. Tá avtornaði vórðu innkomnar 213 tekningar, ið allar á hvør sín hátt royndu at lýsa eina góða uppliving við internetinum. Ein dómsnevnd varð sett at meta um allar innkomnu tekningarnar fyri at finna tær tríggjar bestu tekningarnar, ið allar vinna ein Nintendo DS. Haraftrat verður besta tekningin útgivin sum GoCard.
Vinnari av teknikappingini gjørdist Marið Neslíð av Toftum. Hon vann ein Nintendo DS umframt at tekning hennara verður útgivin sum GoCard. Næst henni gjørdust Emilia Hjaltadóttir úr Sandavági og Dánial Behrens úr Havn. Tey bæði vunnu somuleiðis ein Nintendo DS í part.
Síggj tekningarnar við at trýsta á linkin:
http://www.datueftirlitid.fo/Default.asp?sida=2956