Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vinnan stuðlar Jobmatch 2013

Tórshavnar Kommuna hevur verið høvuðsstuðul av Jobmacth síðan byrjan í 2008. Í ár hava harumframt Bakkafrost og Atlantic Airways valt at at stuðla starvsstevnuni Jobmatch 2013.

Endamálið við Jobmatch er at skapa “match” millum føroyska vinnulívið og føroysk lesandi úti og heima, soleiðis at føroyska vinnan og stovnar fáa ágóðan av tí vitan, sum føroysk ung hava nomið sær á lærustovni. Samstundis er Jobmatch eitt átak at fáa útsetar okkara heimaftur at liva og virka, og á henda hátt skapa fólka- og búskaparvøkstur í landinum.

Stuðlarnir av Jobmatch 2013 standa allir fyri tí framburði, vit ynskja og stríðast fyri í Føroyum. Sostatt eru stuðlar okkara ambassadørar ikki bara fyri Jobmatch tiltakinum, men eisini tilgongdini at veksa og styrkja um føroyska samfelagið.

Tórshavnar kommuna ger sítt til at venda gongdini frá fólkaminking til fólkavøkstur, m.a. sum fyriskipari og stuðul av Jobmatch tiltakinum. Tórshavnar kommuna livir av tí skapandi, sum fólkið í kommununi útinnir, og sær tí so nógvar dugnaligar og virkisfúsar borgarar sum tilber í kommununi.

Atlantic Airways er okkara fremsta ferðasamband út í heim, og harvið leiðin sum heldur útisetunum tengdar at Føroyum. Atlantic Airways er stórt arbeiðspláss, sum við nýggjum flogførðum eisini virka á europeiska meginlandinum.

Sum Føroya stórsta útflutningsfyritøka er Bakkafrost somuleiðs ein góður ambassadørur fyri Jobmatch tiltakið. Bakkafrost er altjóða fyritøka, sum er staðsett í Føroyum og telist millum fremstu fyritøkur á sínum øki í heiminum.

Jobmatch 2013 verður hin 30 desember í Østrøm. Enn ber til hjá stovnum og fyritøkum at bíleggja sær bás, men tað er avmarkað pláss. Higartil hava 18 fyritøkur og stovnar tekna seg fyri luttøku á starvsstevnuni.

Fyriskiparar

Tiltakið verður fyriskipað av Tórshavnar kommunu í samstarv við Altjóða Skrivstovuna, Vinnuhúsið og MFS.

Marius Thomassen, ráðgevi í spf Syntesa, er samskipari av Jobmatch 2013.