Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vinnan samstarvar um nýskapandi mat- og ferðavinnutiltøk

Í hesari vikuni er matlistin, gourmetferðavinnan og nýskapandi brúk av føroyskum rávørum sett í hásæti.

Matstovur, kokkar, fyriskiparar av útferðum og veitarar av okkara fremstu rávørum hava tikið seg saman um eina røð av matstovu- og útferðartilboðum. Føroya Banka toskakvøldini eru aftur á skránni og hósdagin, fríggjadagin og leygardagin verður ein forkunnug matupplivingarferðaskrá fyri útlendskum gestum og tíðindafólkum.

Sum landsstýrismaður við ábyrgd av matvøru-, matstovu- og ferðavinnu fegnist eg almikið um, at vinnan finnur saman, og tekur støðugt størri stig til at menna og marknaðarføra Føroyar og føroyskar rávørur sigur Johan Dahl, landsstýrismaður.

Í kvøld byrja Føroya Banka toska kvøldini í Áarstovu, ið vóru fyrstu ferð um somu tíð í fjør. Toskurin á Føroya Banka er heilt serligur og tiltikin góður. Stovnurin er rættiliga avmarkaður, og má fiskast við størsta varsemi. At gourmetvinnan hevur tikið stig til serligar bankadagar ger, at hetta tilfeingið fær enn størri virði. Tað mennir okkara tilvit um okkara avbera góða tilfeingi, og søgan um henda heilt serliga fiskastovn er eisini góð í marknaðarføringini av Føroyum sum ferðafólkamáli.

Hvør veit, kanska ber í framtíðini til at skipa fyri serligum ferðafólkafiskiferðum á Føroya Banka.

Komandi dagarnar skipar nýggja felagið Solea fyri eini røð av tiltøkum. Saman við hotellum, kokkum og útferðasmiðjum hava tey gjørt eina skrá, har útlendsku gestirnir fáa eina heildaruppliving við øllum tí besta úr Føroyum: mati, sniðgeving, virkisvitjanum, náttúruupplivingum, fyrilestrum um skeljar og tara o.m.a.

Hóskvøldið, fríggjakvøldið og leygarkvøldið enda øll við einum gourmetdøgurða við tí besta og nýggjasta úr føroyskum rávørum, frá nøkrum av fremstu kokkunum úr Føroyum og úr Danmark. Gourmetdøgurðarnir eru bæði fyri tey, ið luttaka á ferðini, og fyri føroyingar, ið vilja uppliva okkara rávørur, sum tey ongantíð hava smakkað tær fyrr. Ferðavinnan hevur verið fyri stórari menning seinnu árini, og nú er av álvara ferð komin á at menna føroysku matstovuvinnuna. Hetta letur upp fyri nýggjum vinnumøguleikum, og tað hjálpir okkum sjálvum betur at skilja, hvussu ótrúliga virðismikið tilfeingi vit kunnu bjóða heiminum, bæði ferðafólkum og við útflutninginum. Nøkur fá dømi:

• Føroyskur alifiskur verður í dag seldur um allan heim sum marglætisvøra, m.a. til sushimarknaðin í USA og Kina.

• Føroyskir hummarar verða skýrdir heimsins bestu, og áðurnevndi Føroya Banka toskurin hevur ikki sín líka í heiminum.

• Føroyingar vita væl, hvussu serstakt veðurlagið er at turka og ræsa kjøt, og seinnu árini hava vit sæð spennandi royndir við at turka innfluttar skinkur, og royndir vera eisini gjørdar við osti, sum kemur til landið sum hálvliðug vøra, og búnast til marglætisvørur.

Enn er nógv tilfeingi eftir at troyta, og undangongufólkini, ið skipa fyri hesum, eru í ferð við at skriva føroyska vinnusøgu. Nú sær út til, at Føroyar loksins eru við at flyta seg, frá at útflyta bestu rávøru til onnur at seta navn á, til sjálvar at gerast eitt hágóðskubrand, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður.