
Vinna, vitan og vøkstur í Sjóvinnuhúsinum
Mentamálaráið og Tórshavnar kommunu eru nú komin ásamt um høvuðsinnihaldið í eini avtalu um Sjóvinnuhúsið. Kunnandi fundur hevur verið við vinnuna á Vestaru Bryggju í dag seinnapartin.
Sambært avtaluni leigar Mentamálaráðið 60% og vinnan 40% av Sjóvinnuhúsinum.
Talan er um nýhugsan í føroyskum høpi, tí talan er um eina ætlan, har vinna, vitan og íverksetan ganga hond í hond.
Ætlanin er at fáa gagnnýtt vitanartilfeingið optimalt, herundir vinnu- og tilfeingisgransking, og at hetta verður gjørt í tøttum samstarvi millum allar partar í húsinum.
Ynskið frá kommununar síðu er at fáa nýtt virksemi at blóma í býnum, tí er íverksetanarhúsið Hugskotið ein spennandi partur av ætlanini.
Samstundis verður ein stór avbjóðing í sambandi við hølistrupulleikarnar hjá Fróðskapanarsetrinum loyst.
Sjóvinnuhúsið kann sostatt gerast ein kraftdepil í høvuðsstaðnum, har vinna, vitan og vøkstur ganga hond í hond.
Myndin er tikin á fundinum við vinnuna seinnapartin í gjár.