Vinfólk: Hann tók ikki sítt egna lív
Tað hevur ljóðað, at løgreglan arbeiðir út frá teirri fatan, at maðurin, sum var funnin deyður við knívi í bringuni á Vaglinum, kann hava framt sjálvmorð.
Eitt er, at tað man vera sera sjáldsamt, at fólk stinga seg sjálvi í bringuna, um tað í heila tikið nakrantíð hendir, men at hann skal hava stungið seg sjálvan, trýr ongin uppá, sum kendi hann, tó at hann oftani brúkt slíkt orðalag.
Hann drakk illa, og ja, hann tosaði eisini oftani um at taka lívið av sær sjálvum, men nei: Hann hevði tað bara ikki í sær. Hann tók ikki sítt egna lív.
Hetta sigur eitt vinfólk, sum kendi tann deyða sera væl. Kortini arbeiðir løgreglan við møguleikanum fyri, at hann hevur tikið seg sjálvan av døgum. Tað frættist heldur onki um mannin, sum varð handtikin í gjár.