Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vindorkuverk á Eiði fingið umhvørvisgóðkenning

Umhvørvisstovan hevur hin 10. september 2020 veitt P/F Vindfelagið í Neshaga umhvørvisgóðkenning til fýra vindmyllur í hagapartinum Suðurhelvt á Eiði.

P/F Vindfelagið í Neshaga ætlar at seta fýra vindmyllur av slagnum Enercon E82 upp norðan fyri Eiðisvatn.
Vindmyllurnar fara at standa í hagapartinum Suðurhelvt, millum Eiðisvatn og Gjáarvegin. Hæddin á torninum er 78 m, tvørmátið á veingjunum er 82 m, og samlaða hæddin er 119 m. Vindmyllurnar hava ein framleiðslumátt upp á 3,0 MW hvør, samanlagt 12 MW.  Vindmyllurnar fara væntandi at framleiða umleið 36 GWh um árið, sum svarar til nýtsluna hjá eini 7.000 sethúsum.

Simuleringar eru gjørdar av óljóði og skuggakasti frá vindmyllunum. Óljóð stavar í høvuðsheitum frá veingjunum á myllunum. Skuggakast kemur mest fyri, tá sólin stendur lágt á luftin og sólin skínur ígjøgnum veingjabreiðið hjá myllunum.

Mett verður ikki, at vindmyllurnar verða til ampa vegna skuggakast ella óljóð í nærmastu bústaðarøkjum.

Treytir verða settar um óljóð og skuggakast í góðkenningini.

Umhvørvisgóðkenningin er her

Almenna kunngerðin um umhvørvisgóðkenningina sæst her.

Nærri lýsing av endurskoðaðu verkætlanini, við fýra vindmyllum, sæst her (sí fylgiskjøl til umhvørvisárinsmetingina).

Avgerðin kann kærast til landsstýrismannin við umhvørvismálum. Møgulig kæra skal sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, FO-165 Argir ella us@us.fo í seinasta lagi 9. oktober 2020.

Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meira um at kæra her.