Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vindmyllulundin í Húsahaga

Stutt lýsing av vindmylluverkætlanini hjá SEV sæst her.

Tað var 17. desember 2012, at tilboðini vórðu latin upp á 11,7 MW vindorku, sum Jarðfeingi fyrr í ár bjóðaði út. Inn komu tvey tilboð, og hevði SEV lægsta tilboðið. Tilboðið hjá SEV umfatar uppseting av 13 vindmyllum av slagnum ENERCON E44-900 kW uppi í Húsahaga norðanvert Tórshavn.

Umframt góðu vindviðurskiftini í Húsahaga er hendan staðsetingin vald grundað á góðu atkomumøguleikarnar og góðu møguleikarnar at knýta í elkervið. Hendan verkætlan sparir SEV fyri góð 9.000 tons av olju um árið, og svarar hetta til umleið 40 mió. kr. í spardum oljuútreiðslum.

Umroknað til elnýtslu til eini vanlig sethús, fara vindmyllurnar at veita elorku til umleið 7.500 sethús. 

 Myndirnar vísa ætlaðu staðsetingina av vindmyllunum, og hvussu hesar taka seg út í landslagnum.

Kelda: www.sev.fo