Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vindmyllan í Nólsoy

Fleiri spyrja, nær vindmyllan í Nólsoy fer at mala. Her er stutt kunning.

Øll loyvir og fyrireikingar komu upp á pláss í 2011 og myllan kom upp at standa 5. august 2012. Síðan vórðu kaðalar og annað skoytt saman og royndarkoyring byrjaði í november 2012. Avbjóðingin er at fáa mylluna stabila, tvs. el frekvens á 50 Hz og spenning á 690V, hóast myllan koyrir sjálvstøðug og ikki hongur á el netinum hjá SEV.

Hetta hevur gingið væl, sí hjáløgdu mynd.

Frekvensur, blá brotin strika, liggur um 50 Hz, og verður stýrdur við alla tíðina at tendra og sløkkja elpatrónir (eisini kallað hitalikam ella dyppikókari), reyð strika. Fleiri elpatrónir eru tendraðar, tyngri er hjá mylluni at mala. Tí skal tal av tendraðum elpatrónum alla tíðina hóskað til vindin, og hetta broytist fleiri ferðir um sekundið.

Spenningur, gul strika, verður hildin á umleið 690V við at tendra og sløkkja kondensatorar, grøn strika. Kondensatorar geva mylluni reaktiva orku. Hetta skal alla tíðina hóskað til aktiva orku, sum fer í elpatrónirnar, og skal tí eisini broytast fleiri ferðir um sekundið.

Til royndarkoyringarnar eru brúkt verandi mekanisk relæ. Hesi hava eina metal kontakt, sum flytur seg hvørja ferð tendrað ella sløkt verður. Metal kontaktir halda ikki í longdini til so títtar flytingar, og tí eru royndarkoyringar bert gjørdar nakrar minuttir hvørja ferð.

Hendan avbjóðingin var væntandi, og í meira enn eitt ár hevur verið arbeitt við at finna meira framkomna hóskandi elektroniska útgerð. Eitt tilboð frá fyritøkuni ABB kom í mai 2012, men hetta var dýrt, umleið 130.000 kr til yvir 200.000 kr, alt eftir slag av loysn. Í løtuni eru samráðingar við fyritøkur í fleiri londum, úr Íslandi heilt til Kina, og ein loysn skal veljast fyrsta dagin.

Nú bleiv hetta nakað tekniskt, men kanska hava flestu fingið okkurt burturúr.

Vónandi kemur myllan í Nólsoy at mala meira støðugt um nakrar vikur.