Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Dagfinn Danbjørg

Villleiðingin er fullkomin

Miðflokkurin hevur profilerað seg við, at hann er kristiligur, sosialur og tjóðskaparsinnaður, men vísir í verki, at hann er onki av hesum. Fyri makt og mammon hevur hann selt virðisgrundarlagið, og er nú bert vorðin ífylla í Føroya mest reaktioneru stjórn á nøkrum sinni.

Homosexsualitetur gjørdist í fyrsta umfari kristna skjaldramerkið. Og niðurgering, háðan og forfylging gjørdist eyðkenni eins og í totaliterum londum, har tey homofobisku bæði í halgum, men eisini í heidnum sjálvrættvísi, gjørdu tey homoseksuellu sjúk, og tey homofobisku røsk við rætti til at døma og fordøma tey, ja, eisin at taka lívið av teimum, sum vit m.a. bæði hava sæð, hoyrt og enn kunnu hoyra um. So galið hevur tað ikki verið hjá okkum - Guð havi lov fyri tað - men andin hevur verið og er tann sami.

Jenis hevur kallað tey homosexsuellu fyri sjúk og biðja tey søkja lækna. Hetta er óbegríbuligt, tí Jenis - sum lækni - má vita, at tað ikki eru tey homosexsuellu, men tey homofobisku - sum hann og hansara vinir í andanum - ið bæði kunnu og eiga at fáa hjálp, tí tílík hjálp finst, og tað ímóti øllum sløgum av fobium, um tað er flúgvifobiir, skúlafobiir, eiturkoppafobiir, hæddarfobiir ella øðrum fobium.

Annars hava minnilutar til allar tíðir staðið fyri skotum bert tí, at teir eru minnilutar. Hitler eirdi ongar minnilutar: sigoynarar, jødar, homosexsuellar, og hann nýtti bæði Gl. Testamenti og Luther sum legitimering fyri ógerðunum. Men tað eru mangir aðrir, ið út frá religiøsum yvirbevísingum ella religiøsari legitimering - bæði heidnir og kristnir- sum hava verið bølmenni, og har Heimurin hevði verið nógv betur at liva í fyri mong, um menniskju høvdu kunnað verið nevndu bølmenni fyriuttan.

Religiónssøguliga sæð er homosexsualitetur gjørdur til synd í Gl. Testamenti, fyri at jødarnir skuldu distancera seg frá teim umkringliggjandi heidnu stammufólkunum, ið praktiseraðu homosexsualitet í samband við teirru religiøsu ceremoniir. Og soleiðis skapa skilna til fleirgudarí og teirra guðsdyrkan. Jødalæran var einasta monotheistiska læran og vildi tí taka frástøðu og markera aðrar ceremoniellar hættir til religiøsar samverur enn hjá teimum heidnu polytheistunum. Tann heidni slangukulturin viðførdi soleiðis eisini Gl. Testamentligar søgufrásagnir, ið høvdu sama endamál - frástøðu frá teim heidnu, - og í tí sambandinum fáa vit søgurnar um slanguna, m.a hana um slanguna sum lokkar Evu at vera ólýðin og eta av forbodnu fruktunum á trænum. Meistarin sigur - mær vitandi - ikki eitt orð um homosexsualitet, men hinvegin er hann saman við fleiri kvinnum, ið var óhoyrt millum jødarnar tá, og hann verjir tær móti Gl. Testamentligum atgerðum m.a. steining. Hví mundi hann gera tað?

Tann religiøsi ágangurin vísir seg ikki at hava sin uppruna úr Meistarans læru. So ágangin kunnu vit taka frástøðu frá og biðja um at vera fyriuttan.

Sum áður nevnt, er tað tjóðskaparliga eisini selt fyri makt og mammon. Har hjálpir einki við at vísa til Bill. At Bill setti hart móti hørðum og kravdi at fáa makt. Tí tá Meistarin varð boðin allan Heimin - og ikki bert ein landsstýrismannasess - segði hann ikki: Sikken eitt tilboð - men: Vík frá mær...........................- Men tit, tit seldu: Virðisgrundarlagið frá a - z alt sum tað var - hvussu kundu tit gera tað Jenis? Hvat skulu vit halda? Verða vit hildin fyri gjøldur? Ella hvussu? Seld fyri trengri sosialar rammur og øktan ójavna. Nei, Jenis - Vík frá tí reaktionæru og kúgandi maktini og lat orð og gerning fylgjast. Alt annað er undirganssjónleikur fyri bæði religiøsar og verðsligar analfabetar við hættisligum fylgjum fyri mong.

Og so er tað tað sosiala. Fleiri hundraðtals mill. kr. úr landskassanum og teimum sosialu kassunum fyri at fremja ein djúpt asosialan flatskatt. Hvussu fara einkir og faðirleys, gomul og sjúk, og tey, ið annars ongan góðan eiga at fáa tað undir tykkara leiðslu? Tað er til at gráta yvir. At geva seg út fyri at vera vernd teirra veiku og so fara á ránsferð við fólkafloksúlvunum er hvør sítt. Hvussu djúpt kunnu tit søkka?

Ta religiøsu fundamentalismuna hava vit vita av og roynt at liva við, hóast nógv vita, at fundamentalisma av øllum handa slag og allastaðni er skaðilig, tí hon er kúgandi, einsrættandi og altíð velur at klippa eina tá og høgga ein hæl ,so fundamentalistiski skógvurin skal passa. Kristindómurin varð bert eitt skálkaskjól. Amen.

Ta tjóðskaparliga varð koyrt í køstin.

Og tað sosiala varð hongt upp at turka til næsta val.

Lat meg at enda - ikki uttan orsøk - siga eina søgu, sum tykist at vera gloymd ella kanska við vilja er gloymd, tí hon sigur nakað, sum er illa dámt serliga millum høgrakristin í og kanska einamest uttan fyri kirkjuna: Góðir gerningar hava so ómetaliga nógv at siga. Ikki bert í livandi lívi, men í allar ævir. Søgan er leysliga endurgivin eftir minninum og ljóðar soleiðis:

Tá endin er komin, sigur Meistarin, at hann fer at býta øll fólkasløg upp í tveir bólkar. Nøkur til høgru og hini til vinstru, og so fer hann at tosa við tey.

Hann fortelur tá teimum til høgru, at tá Hann hevði verið svangur, høvdu tey givið honum at eta - tá Hann hevði verið tystur, høvdu tey givið honum at drekka - tá Hann hevði verið ókunnugur, høvdu tey hýst Honum - tá Hann hevði verið nakin, høvdu tey givið honum klæðir - tá ið Hann hevði verið sjúkur og í fangahúsi høvdu tey vitjað Hann. Og tá tey spyrja um, nær tey hava gjørt alt hetta, tá sigur Hann við tey, at alt tað tey hava gjørt móti einum av hansara minstu, tað hava tey eisini gjørt ímóti honum, og síðani biðjur Hann tey fylgja sær inn í ríkið hjá Faðir sínum.

Hini vinstrumegin fáa somu søgu burtursæð frá, at tey ongantíð hava rakt hond frá síðu fyri at hjálpa - hvørki so ella so. Tey vilja vita, nær tey hava møtt honum, men fáa at vita, at tað tey ikki gjørdu móti einum av teimum minstu, tað høvdu tey ikki gjørt móti Honum. Og síðani verða tey víst burtur og inn í myrkri.

Henda álvarsliga søga sigur okkum so mikið, at tað ikki er líkamikið ,hvussu vit liva og láta, og at góðar gerðir ikki einans eru til vælsignilsi her og nú. Eitt er vist, at verður tílikt ikki tikið í álvara, so kann alt annað gera tað sama. Tí at vera sosialur og kristin eru tvær síður av somu søk.

Dagfinnur Danbjørg