Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Villblómudagar í Norðri 2014

Komið út í náttúruna og hyggið at villum blómum. Tiltakið er ókeypis og krevur ongar fortreytir. Øll kunnu vera við.

Fríggjadagin 11. juli og sunnudagin 13. juli. villblómudagur 2014

Í ár skipar lívfrøðingafelagið fyri villblómudøgum. Í 14 ár hevur tiltakið “Villblómudagur í Norðri” verið skipað sum eitt felags norðurlendskt tiltak. Hendan dag hava fólk í flestum Norðurlondum møguleika at fara út í náttúruna at hyggja at villum blómum við einum kønum túrleiðara.

Endamálið við degnum er at kunna um staðbundnu føroysku floruna og at skipa fyri uttandura virksemi, ið varpar ljós á villblómur og at gevur plantuáhugaðum ókeypis náttúruupplivingar.

Stigtakari til villblómutúrar fyri almenninginum var danska plantufrøðifelagið, ið fór undir hetta tiltak á fyrsta sinni fyri 28 árum síðan. Svøríki, Noregi, Grønland og Føroyar komu við í 2002, og árið eftir vóru Finnland og Ísland eisini við.

Í Føroyum verða skipað fyri 3 túrum, har kønir túrleiðarar bjóða plantufrøðiligar upplivingar og siga frá nógvum áhugaverdum um villblómur.

Um tit hava hug at koma við, so haldið tykkum ikki aftur. Øll kunnu luttaka. Túrurin gevur góðar møguleikar at fáa meira at vita um villan plantuvøkstur í Føroyum, og eingin forkunnleiki til plantur krevst.

Ein túrur út í náttúruna verður meiri áhugaverdur, jú meira ein veit um tað, ið ein sær. Veitst tú, hvussu planturnar eita, eitt sindur um teirra vakstrarøki, útbreiðslu, tíðleika og lívfrøði, jú meira fært tú burtur úr einum túri í náttúruni. Alt hetta fært tú meira at vita um á villblómudegnum.

Allir túrarnir verða í náttúruni, har tær villu planturnar vaksa. So minst til at lata tykkum væl í. Og um tit eiga eina floru, er skilagott at taka hana við.

Í ár verða 3 túrar, tveir í Tórshavn og ein á Strondum. Møguliga verða fleiri túrar seinri.

SKRÁ FYRI VILLBLÓMUDAGIN 2014

Fríggjadagin 11.07 kl. 16.00-18.00

Hoydalsá

Leiðari: Anna Maria Fosaa

Túrurin byrjar: Við tyrlupallin úti við Strond

Sandá

Leiðari: Magnus Gaard

Túrurin byrjar: Við møblasølubúðina Eikina við Sandá.

Sunnudagin 13.11 kl. 15.00-17.00

Strendur

Leiðari: Elin Hendriksen

Túrurin byrjar við málingavirkið

Lívfrøðingafelagið