Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Villblóma blómar aftur aftaná at hava verið fryst í 30.000 ár

8. marts 2012 Stendur at lesa í seinastu útgávu av tíðarritinum Nature. Undir ístíðini vóru teir norðaru partarnir av heiminum klæddir við graslendi, har mammutar og onnur djór gingu.

Henda vistskipanin hvarv fyri 13.000 árum síðani, og vit kenna onga líknandi í dag. Men ein av plantunum frá hesi vistskipan er endurskapt av einum bólki av vísundafólki, ið funnu goymslur av fræ og fruktum hjá íkornum.

Mett verður, at hesar goymslurnar, ið funnar vóru í Norður Sibiria einar 20-40 m undir jarðarskorpuni, eru varðveittar í tí turra kalda umhvørvinum í 30.000 ár. Við serligari tøkni eydnaðist tað at fáa fræið at spíra, vaksa seta blómur og fræ.

Bólkurin av vísindafólki sigur, at hetta er tann elsta núlivandi freirkyknaða veran, sum vit hava í heiminum í dag. Plantan, ið nevnist Silene stenophylla, er av Neliksætt. Hon setir fleiri knubbar, men røturnar vaksa seinri enn á núlivandi plantum av sama slagi. Hetta er helst tí, at plantan var tillagað tað serliga veðrið undir ístíðini.

Sharon Levy. Wild flower blooms again ager 30,000 years on ice. Nature. vol 485. 23.februar 2012