Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vildi nógv heldur goldið t.d. 200.000 kr. í skatti og havt 330.000 kr. eftir, enn at goldið t.d. 6000 kr. í skatti og bara havt kr. 50.000 eftir

Tað átti at verið hvørjum skúlabarni greitt, at hægri inntøkurnar eru, jú hægri verður skatturin, um alt gongur fyri seg, so sum tað eigur at gera. 

Jørgen svarar upp á spurning settan upp á kvamsvís av bróðurinum í fólkafloksandanum Bjarna Djurholm. Hví teir ikki tosa um tað mann og mann ímillum, er eyðsæð: svarið skal í bløðini á forsíðu og miðsíðu við tummahøgum yvirskrivtum, helst í Sosialin, sum enn hevur eitt dryss av sannleikaviirði frá gomlum døgum. 

Tí fjalast skal, at sirkus villeiðing skal vindast í gongd, so fjøldin fer at dansa til fólkafloksblindamannadans. Einasti verunleiki er hin høgraradikali sun m.a. tvíheldur um, at ein triðingur av skattgjaldarunum gjalda 82 % av skattinum. T.v.s, tað sama sum, at 2/3 gjalda 18 %

Jørgen og Bjarni siga indirekta, at meðan teirra fólk gjalda gildið, so ganga hini mongu meira ella minni vinstrahallu og smánassa ella direkta nassa upp á samfelagið. Vanvirðisligt. Hetta er at spæla Fana í vón um atkvøður. Men fólkið eigur ikki at lata sær lynda nøkur meira ella minni tilætlað høgraspark. Tí tað eru annars teir og teirra, ið eiga sparkið út í kuldan, tá tann dagurin kemur. Og hann kemur skjótt.

Vildi tú kanska ikki eisini - sum víst verður til í yvirskriftini – heldur goldið 200.000 kr í skatti, og havt 330.000 kr eftir, enn at goldið kr. 6.000 í skatti og einans havt kr. 50.000 eftir?

Dagfinnur Danbjørg.