Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vil Vinnuhúsið beina fyri kapping?

AFTURSVAR: Í eini grein undir yvirskriftini “Er tað í lagi, at almennir stovnar bjóða upp á síni egnu útboð?” roynir Vinnuhúsið enn eina ferð at sáa illgitingar um virksemið hjá Landsverki. Hesaferð í sambandi við asfaltering, sum Landsverk gjøgnum tey fyrstu mongu árini við asfaltframleiðslu var einsamalt um at menna og standa fyri, áðrenn tvær privatar fyritøkur mong ár seinni bjóðaðu seg fram til slíkar uppgávur.

Vinnuhúsið setir í greinini retoriska spurningin “Hvussu kann ein almennur stovnur bjóða eitt arbeiði út, sjálvur bjóða upp á uppgávuna, meta um innkomnu tilboðini og enda við at geva sær sjálvum arbeiðið?”

Svar okkara er, at hetta ber væl til. Sum almennur stovnur er Landsverk undir strongum eftirliti í mun til, hvussu vit bera okkum at í eini kappingarstøðu eins væl og í øðrum viðurskiftum. Tað er eingin munur á einum útboði og lisitatión í sambandi við asfaltering, enn tá tað snýr seg um almenna bygging, vegagerð ella handfaring av øðrum verkætlanum.

Landsverk hevur nógv ár á baki við at handafara útboð og lisitatiónir, sum altíð eru ókend líka til sjálvan lisitatiónsdagin, tá brævbjálvarnir við tilboðum verða latnir upp fyri almenninginum. Hetta tryggjar lisitatiónslógin.

Landsverk kappast á fult jøvnum føti við hinar veitararnar á marknaðinum. Hetta sæst millum annað við, at Landsverk hevur eitt lógarásett krav um ikki at reka kappingaravlagandi virksemi. Eitt slíkt lógarásett krav fevnir ikki um privatar fyritøkur.

Aðrastaðni er rættiliga vanligt á marknaðum við lítlari og ongari kapping, at tað almenna eisini bjóðar seg fram ella umsitur slíkar uppgávur. Hetta fyri at tryggja, at prísirnir eru á einum hóskandi støði, so samfelagsnyttan gerst størst møgulig.

Tryggja lægri asfaltprísir

Tað er eingin ivi um, at Landsverk tryggjar føroyingum lægri asfaltprísir. Prísurin hevði verið munandi hægri, um Landsverk ikki var við í kappingini um framleiðslu av asfalti og at asfaltera.

Er tað soleiðis, at Vinnuhúsið ynskir at lata tvær privatar fyritøkur, uttan nakað sum helst eftirlit, býta uppgávurnar sínamillum og harvið avmarka kappingina, sum er í dag?

Í 2009 samtykti landsstýrið eitt uppskot um fría kapping innan asfaltálegging á landsvegirnar í Føroyum. Asfaltálegging skuldi ikki bert verða framd av Landsverki, men eisini verða boðin út til privat virki, tá verkætlanir innan íløgur í landsvegir skulu gerast.

Endamálið við broytingini var at fáa í lag eina virknari kapping millum partarnar á marknaðinum, sum til gagns fyri brúkaran kundi fáa kostnaðin fyri vegagerð at lækka. Í brævi dagfest 7. desember 2009 stendur: ”Ætlanin er, at Landsverk eisini skal hava møguleika fyri at bjóða upp á asfaltering í sambandi við íløgur eftir somu mannagongd og meginreglum, sum privatu virkini”.

Endamálið við at hava ein óheftan útbjóðara á marknaðinum, sum enntá hevur nógv tær longstu royndirnar við asfalti, er júst at tryggja størst møguliga kapping, føroyska samfelagnum at gagni. Umframt at halda prísinum niðri, er hetta við til at halda góðskuni uppi og at tryggja víðarimenning innan økið.

Tað er somuleiðis viðkomandi at nevna, at Tórshavnar Kommuna sjálv hevur eina asfaltdeild, ið ger stóran part av egnum asfalteringsuppgávum.

Eingin kapping um kommunal asfaltarbeiðir

Um vit hyggja eftir samlaða marknaðinum, er støðan tann, at privatu asfaltfyritøkurnar longu hava býtt marknaðinum ímillum sín. Samlaða føroyska vegakervið er umleið 900 kilometrar til longdar, har av helmingurin eru kommunalir vegir. Landsverk er lítið og einki inni í myndini, tá talan er um asfaltering av kommunalum vegateinum, sum so at siga heldur ongantíð verða lýstir í almennum útboði. Tað merkir, at privatu asfaltfyritøkurnar nærum einsamallar og uttan kapping sita á øllum hesum marknaðinum.

Tað er heldur ikki hald í ákærunum hjá Vinnuhúsinum um, “at krøvini verða sett á ein hátt, sum tænir einum sjálvum best, og man tí fær ein kappingarfyrimun.” Tað er rætt, at Landsverk nú fer undir at seta krøv til endurnýtslu av asfalti. Hetta meta vit vera eitt sjálvsagt stig á grønu kósini, ið nútíðin krevur, og sum verður gjørt í londunum kring okkum. Tað er sjálvandi óheppið, um kappingarneytarnir ikki ynskja at liva upp til slík krøv, men skal hetta forða tí almenna í at taka slík stig? Tað meta vit ikki vera rímiligt. Vónandi fara hinir útbjóðararnir at tillaga seg hesar treytir, so eisini teir fara at liva upp til tíðarinnar grønu krøv.

Størsti trupulleikin innan asfaltøkið er, at so at siga eingin kapping er um tann helmingin av marknaðinum, sum kommunurnar sita á. Hvat hetta hevur at týða fyri prísin, kunnu vit bert gita um, men tað kundi verið áhugavert hjá eitt nú Vinnuhúsinum at kanna ella varpa ljós á júst hendan spurningin. Vit eru tó sera bilsin yvir, at Vinnuhúsið nú eisini ynskir at beina fyri kappingini á tí partinum av marknaðinum, har vit í dag hava eina virkna kapping.

Ewald Kjølbro, stjóri

Landsverk