Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vil Sambandsflokkurin hava minnilutaverju ella ikki?!

Helgi Abrahamsen vil broyta stýrisskipanina. Tað kom greitt fram í kjakinum týskvøldið. Hann vil hava, at ein minniluti í løgtinginum skal taka avger um, at eitt mál skal til fólkaatkvøðu. Men, segði hann, hann kundi ikki taka undir við uppskotinum frá Tjóðveldi. Grundgevingin var, at tað var mátin, tað var lagt fram uppá, sum ikki hóvaði honum.

Hesum sjónarmiðið um at innføra minnilutaverju, sum Helgi Abrahamsen ber fram, skjýtur Edmund Joensen annars við skørpum eftir í blaðgrein hin 7.februar. Ónøgd Edmund Joensens yvir sjónarmiðið hjá talsmanni Sambandsfloksins á økinum, verður medda eftir Tjóðveldi. Tjóðveldi er hin stóri syndarin, sambært greinskrivaranum. Orsøkin er, at vit meina, at minnilutaverja er gott fyri fólkaræði; - akkurát sum Helgi Abrahamsen meinar.

Ikki óvanligt at Tjóðveldi er ósamt við Edmundi Joensen. Men í hesum máli er Edmund eftir øllum at døma einsamallur um sítt sjónarmið. Annars høvdu tey neyvan valt Helga Abrahamsen til teirra talsmann á økinum.

Edmund Joensen sparir ikki uppá krútið í greinini: “…fullveldiskreftirnar vilja elva til øsing”, ”Tjóðveldi vil skeikla valdsjavnvágina…” osfr osfr

Veruleikin er, at ein av kjarnunum í fólkaræðinum snýr seg nemliga um, at minnilutin eisini skal hava eitt orð at siga. Tað snýr seg ikki um, at ein minniluti skal taka avgerðina, men í hesum føri snýr tað seg um, at minnilutin í parlamentinum má kunna koma við uppskotið um, at fólkið verður spurt um eitt ávíst mál. Og so er tað fólkið, sum hevur talað; - ikki minnilutin í Løgtinginum!

Minnilutaverja er í hinum Norðanlondunum!

Tað er ikki ókent, at politikarar ræðast fólksins rødd, og tí vilja teir ikki hoyra um uppskot sum geva fólkinum orðið. Hesin óttin er tó meira sjálvdan so sjónlligur um okkara leiðir. Meira vanligt er tað um okkara leiðir, at minnilutaverja er partur av parlamentarisku skipanini.

Og nú Edmund heldur hetta er so forferdiligt við minnilutaverju, so umboðar hann føroyingar í einum parlamentið, har skipanin loyvir hesum! Og tá ið hann nú heldur hetta verða so ódemokratiskt, so kunnu vit kanska vænta okkum, at hann fer at seta fram broytingaruppskot um at avtaka hesa eftir hansara tykki so ódemokratisku verju? Hann hevur í øllum førum mandatið. Hvussu undirtøkan í Fólkatinginum hevði verið, er meira ivasamt!

Hvar var minnilutaverjan

Edmund Joensen spyr víðari: “Hvar var minnilutaverjan, tá ið Tjóðveldi "overnight" skar Ríkisveitingina …?” Svarið er, at vit høvdu onga minnilutaverju. Høvdu vit tað, soleiðis sum Tjóðveldi og Sambandi (minus Edmund) ynskja tað, so hevði Edmund og onnur saktans kunna skriva út fólkaatkvøðu, tann tíð tað var! Men táið meiningarkanningar hinvegin vístu – ein fyri og onnur eftir – at meirilutin av føroyingum ynsktu, at vit skóru blokkin, so hevði minnilutin tá, neyvan verið so altráður eftir at spurt fólkið.

Víðari spyr Edmund: “hvar var minnilutaverjan, tá ið Tjóðveldi í fullveldissamgongu vildi skipa fyri loysing og fullveldi…?” Svarið er, at har var ikki bara minnilutaverja, men mín sann, um tað ikki var ein meiriluti, sum tók undir við, at fólkið skuldi spyrjast. Fólkið skuldi hava síðsta orðið, var fullveldissamgongan samd um! Vit ræddust ikki fólksins rødd!

Víðari sigur Edmund: “Tjóðveldi er týðiliga øst og misnøgt við verandi løgmann og landsstýri ….” Nú veit eg ikki, hvussu nøgdur Edmund sjálvur er við løgmann og landsstýrið, men hann hevur rætt í, at Tjóðveldi er misnøgt við sitandi stjórn.

Men hvat minnilutaverju viðvíkur, so er tað nakað, sum Tjóðveldi hevur arbeitt við – eisini meðan vit sótu í samgongu.

Annita á Fríðriksmørk