Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vil løgmaður ikki síggja veruleikan?

Tað var ikki so lítið hugstoytt at lesa samrøðu við Føroya løgmann í Norðlýsinum fríggjadagin. – Tað er skelkandi, hvussu langt frá veruleikanum, ið løgmaður er, og at hann als ikki tykist vilja skilja álvarsama boðskapin, sum eg royndi at bera honum og hinum landspolitikkarunum í mínum nýggjárskronikki.

At borgarstjórar eru í orðadrátti og verja síni lokaløki er natúrligt – soleiðis skal tað vera.

Men at Føroya løgmaður, sum skuldi verið løgmaður alra føroyinga, lítilsvirðir tann partin av landinum, har næstan annar hvør føroyingur býr, og setir øki í landinum upp móti hvørjum øðrum við óundirbygdum uppáhaldum og grovum rangsnúgvingum av veruleikanum, kann als ikki góðtakast. Ikki frá løgmanni!

Kanska hetta var bert fyri at tøla lesarunum hjá Norðlýsinum. Tað er jú rætt, at Klaksvíkar kommuna hevur stýrt seg burtur úr kreppuni, sum kommunan hevur verið í – tað hava fleiri kommunur í Føroyum. Og eg gleðist sanniliga um, at tað gongur kommunum kring landið væl.

Men fyri tað er tíverri ikki givið, at borgarar í landinum sum heild hava fingið tað lættari.

Tí vísti eg í kronikkinum á nakrar av sjónligastu skeivleikunum í samfelagnum, og nakrar av størstu forðingunum fyri, at vanligir borgarar klára gerandisdagin bara á einum hampuligum støði, og tí ikki flyta av landinum. Tí tað gera teir nú, harra løgmaður – í stórum tali, og tí fána allar royndir at skapa eitt meira dynamiskt samfelag við betri fortreytum fyri búskaparvøkstri.

Hetta kann politiski myndugleikin ikki bara skúgva til viks! Vit í Tórshavnar býráði gera tað so ikki.

Løgmaður kann

Hvussu fegin borgarstjórin í Tórshavnar kommunu vil, so kunnu vit í kommununi ikki ávirka húsaprísirnar. Vit áseta ikki rentusatsir og bankaavgjøld ella gera av, hvussu bankarnir og Húsalánsgrunnurin skulu sleppa at virka. Vit áseta heldur ikki MVG á byggitilfar og arbeiðslønir, mjólkina, barnaklæðini og blæurnar – bara fyri at nevna nakað, sum kostar barnafamiljum dýrt hvønn einasta dag.

Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu hevur ikki hesar møguleikar – men tað hevur løgmaður!

Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu hevur heldur ikki møguleika at gera av, hvussu fiskiríkidømi alra føroyinga og inntøkurnar av hesum verður býtt – ella vanbýtt, sum eg vísti á, millum økini í landinum – men tað hevur løgmaður!

Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu hevur ikki møguleika at gera av, hvussu landsskattakrónurnar verða býttar millum ymisku málsøkini, ella hvørjar inntøkur fíggja hetta virksemi – men tað hevur løgmaður!

Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu hevur ikki biðið um menningarhjálp til høvuðsstaðin – men bert, at Føroya løgmaður sýnir høvuðsstaðnum eitt sindur av tí áhuga, hann sýnir øðrum økjum í landinum.

Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu kom við eini áheitan á Føroya løgmann um nú at raðfesta Suðurstreym bara nær námind so høgt, sum ávís onnur øki í landinum hava verið raðfest í áratíggju, og soleiðis, saman við Tórshavnar kommunu, at venda teirri gongd, sum vit nú í nøkur ár hava sæð komið.

Hetta má vera NÚ, áðrenn ov seint er – ikki bara fyri Tórshavnar kommunu, men fyri Føroya land.

Løgmaður, í greinini rætti eg tær vegna høvuðsstaðin út hondina til felags tøk landinum at frama. Men tað sømir ikki løgmanni at svara við háð og rangsnúgvingum!

Fíggjarstøðan hjá Tórshavnar kommunu

Um løgmaður hevði lagt í at kanna síni uppáhald um fíggjarstýringina hjá Tórshavnar kommunu, so hevði hann ásannað, at Tórshavnar kommuna hevur miðvísa og neyva fíggjarstýring og hevur framt umfatandi rationaliseringar og effektiviseringar seinastu 3 árini, tá fíggjarkreppan sást koma.

Frá 2009 hevur kommunan spart slakar 60 mió kr. í rakstrinum við so fáum inntrivum í starvsfólkaliðið og tænastustigið sum gjørligt. Hetta er ein sparing á 4 % í meðal av rakstrinum hesi árini. Kommunan hevur ikki brúkt plenuklipparan, sum hvíta húsið á Vaglinum vanliga ger, men kortini hava vit spart á flestøllum økjum og á nærum øllum greinum.

So nei, harra løgmaður: Heldur ikki í sparingum hevur landið nakað at kasta kommununi fyri, heldur hinvegin.

Men kommunan hevur ikki spart í rakstrinum uppá rós. Vit hava – í breiðum politiskum semjum – lutvíst spart fyri at skapa pláss fyri fleiri virksemisskapandi íløgum, nú arbeiðsloysið í kommununi og í landinum hevur verið í hæddini.

Men hetta er eisini gjørt fyri at kunna gera skipanir, sum lætta um gerandisdagin hjá barnafamiljum og eldri borgarum. Eg kann sum dømi nevna størri systkinafrádrátt og lægri foreldragjald í barnaansingini, víðkað ókeypis bussleiðina, fleiri frítíðar- og heilsufremjandi tilboð til ung og eldri í kommununi, eins og stórar íløgur í skúlar, ítróttarannlegg, ellisheim, kloakkskipan og vegakervi.

Kommunan hevur ikki havt sama møguleika at pynta uppá roknskapin, sum landið hevur gjørt ferð eftir ferð við at brúka sítt vald til ófráboðað at taka fleiri og fleiri skattainntøkur frá kommununum. Eg kann sum dømi nevna partafelagsskattin. Seinasta tiltakið at flyta skattainntøkur frá kommunukassunum í landskassan er pensiónsskatturin, hesaferð við meira ógvisligum avleiðingum fyri kommunurnar enn nakrantíð fyrr.

Tað, sum løgmaður sigur í Norðlýsinum, kann hann bara siga, um hann annaðhvørt yvirhøvur ikki hevur minstu hóming av, hvat ið er hent á kommunuøkinum fyri næstan helvtina av borgarunum í landinum, ella tí at løgmaður við vilja roynir at skapa eina beinleiðis ósanna mynd av gongdini í Tórshavnar kommunu.

Eg veit ikki, hvat er meira smikrandi fyri løgmansembætið. Er tað mín persón, hann roynir at speireka, so ger hann tað illa. Um hann vil tað ella ei, so umboðar undirritaði teir umleið 20.000 borgararnar og vinnulívið í kommununi, og tað hevði sømt honum at tikið virkisumstøðurnar hjá hesum í størri álvara.

Síggj veruleikan!

Í øðrum londum gera framskygdar stjórnir vakstrarpakkar og íløgur í framtíðar menningarøki fyri at vaksa um búskapin. Hetta fevnir eisini um høvuðsstaðarøkið, tí ein høvuðsstaður í vøkstri og menning er avgerandi fyri, hvussu onnur øki kunnu mennast.

Slíka stjórn hava vit ikki í Føroyum, tí her hjá okkum flytir stjórnin trupulleikarnar á onnur, heldur enn at finna semjur um tiltøk, sum kunnu geva landshúsarhaldinum ein sunnari rakstur, ella gera langskygdar íløgur, borgarunum í øllum landinum at frama.

Tað var tað, sum eg í nýggjárskronikkinum við støði í høvuðsstaðarkommununi, sum eg standi á odda fyri, royndi at vísa á, og hevði vónað at fingið eina umrøðu av.

Eftir mongu viðmerkingunum, ið greinin hevur fingið, at døma, er løgmaður helst ein av teimum heilt fáu, sum ikki hevur ásannað hendan veruleikan enn. Eg fari tí at heita á løgmann um at fara inn aftur í bestikkrúmið, brúka eina løtu afturat uppiyvir kortununum, síggja veruleikan og vita, um hann ikki átti at sett eina aðra kós.

Eg standi enn og rætti tær hondina. Vil tú landinum væl, harra løgmaður, so burdi tú rætt mær tína.

Heðin Mortensen

Borgarstjóri

Tórshavnar kommuna