Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vil ikki hava uppskot til almenna hoyring enn

Fráboðan til landsstýrismannin í fiskivinnumálum um ikki at senda uppskot um nýggja lóg um vinnu­ligan fiski­skap til almenna hoyring, og heldur ikki til politisku flokkarnar, fyrr enn flokkarnir hava gjørt sínar viðmerkingar til fyri­liggjandi upprit.

Sambandsflokkurin, ið situr og viðgerð vinnu-politisku verk­ætlanina um at nýskipa før­oysku fiski­vinn­una og uppritið Um at broyta fiskivinnulóggávuna – útvald evni, fer við hesum at heita á lands­stýris­mannin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, um ikki at senda uppskot um nýggja lóg um vinnu­ligan fiski­skap til almenna hoyring og heldur ikki til politisku flokkarnar, fyrr enn flokkarnir hava gjørt sínar viðmerkingar til fyri­liggjandi upprit.

Sambandsflokkurin er av teirri áskoðan, at tað vil órógva tí politisku tilgongdina og kemur at virka meiningsleyst at koma við viðmerk­ing­um til upp­ritið, um so er, at eitt lógaruppskot kemur út áðrenn møguligar viðmerk­ing­ar eru komnar frá flokk­­­unum.

Heilsan

Alfred Olsen

Formaður fyri tingbólk Sambandsfloksins