Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vil hava at vita um Posta, sum partafelag skal avtakast

Spurningurin verður settur, tí landstýriskvinnan í mentamálum alment hevur fráboðað, at Posta skal avtakast sum partafelag og hon ikki vildi svara, tá ófráboðaðir fyri-spurningar vóru á skrá, men bað um at fáa spurningin skrivliga.

Kári P. Højgaard, tingmaður hevur fyrispurning til Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum um fráboðaða avtøku av POSTA:

Grein 52a fyrispurningur til Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum:

1) Hevur Rigmor Dam sagt tey orðini hon verður endurgivin fyri á in.fo 1. mars 2017, 
        at Posta skal avtakast og gerast til ein almennan stovn?
2) At hækkanin av kostnaðinum fyri blað útbering fer avstað við øllum miðlastuðlinum?
3) At hetta ikki er í tráð við samgonguskjalið?
4) Hvørji ítøkilig stig fer landstýriskvinnan at taka í hesum máli?

Viðmerkingar
Fyrsta apríl 1976 varð postverkið yvirtikið sum málsøki og fekk navnið Postverk Føroya. Í 2005 bleiv Postverk Føroya umskipað frá almennum stovni til almenna partafelagið Posta. Henda umskipan hevði breiða undirtøku í løgtinginum, har allir teir fýra stóru flokkarnir atkvøddu fyri umskipanini, meðan Sjálvstýri og Miðflokkurin vóru ímóti grundað á, at Postverk Føroya var ein vælvirkandi stovnur við góðari tænastu til allar borgarar í landinum. Ivasemi tá var stórt, hvussu ein slík umskipan fór at ávirka stovnin og tænastuna til borgaran kring landið.

Spurningurin verður settur, tí landstýriskvinnan í mentamálum alment hevur fráboðað, at Posta skal avtakast sum partafelag og hon ikki vildi svara, tá ófráboðaðir fyri-spurningar vóru á skrá, men bað um at fáa spurningin skrivliga.